Løgting, flokkar, persónar og umboðan

Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður
-----

Nýggja valskipanin fer at hava við sær, at vit koma helst at síggja fleiri floks­upp­gerðir, einkultpersónar fara at rýma, og flokksósemjur fara at gerast meira sjónligar.
Fyri stuttum hendi nakað í før­oysku politisku skipanini, sum ikki er hent seinastu 67 árini. Ein av stóru flokkunum á tingi koyrdi – ekskluderaði – ein av sín­um tingmonnum úr flokk­in­um. Seinast hetta hendi var í 1946, tá Javnaðarflokkurin koyrdi Jákup í Jákupsstovu úr flokk­in­um. Tað, sum hendi tá, var, at fólka­at­kvøða hevði verið um loysing ella stjórnaruppskotið. Løgtingið hevði samtykt, at fólkaatkvøðan skuldi vera, og aftaná skuldi ting­­ið so avgreiða úrslitið av at­kvøð­­uni. Men her hendi tað, at ting­­menn og flokkar gjørdist ósamdir um at fylgja úrslitinum. Javn­aðar­flokk­urin vildi ikki góð­taka úrslitið, men tann eini ting­­maðurin hjá flokkinum, Ják­up í Jákups­stovu, var ósamdur í hesum og vildi atkvøða fyri at fylgja atkvøðu­úr­slitinum. Hendan støðu­takan hans­ara, at respektera eina lógliga fólka­atkvøðu, gjørdi, at hann varð eks­kluderaður úr flokkinum.
Orsøkin til, at eg taki hetta fram, er, at hesu ferð ein útblaking verður framd, er tað júst í sama flokki, at hendingin fer fram. Umstøðurnar eru sjálvandi ikki tær somu, og vóru helst álvarsamari í 1946, men kortini má viðgangast, at við tí politisku flokkskipan vit hava, og hava havt í meira enn eina øld, so er tað ein merkisverd hending, tá ein flokkur “avmonterar” ein av sínum fólkavaldu limum. Av góðum grundum veit eg ikki um alt, sum er gingið fyri seg innanhýsis í Javnaðarflokkinum í samband við viðurskiftini og støðutakanar hjá Gerhardi Lognberg í teim ymisku málunum, men Gerhard er ikki ein, sum krógvar seg burtur. Hann hoyrist rættiliga væl í almenna rúminum, eisini tá hann skiftir orð við sínar partamenn. Stórur partur av orðaskiftinum er tí vorðið almannakunnugt.
Tað er ikki ókent, at í øllum flokk­um kann vera innanhýsis ósemja. Hon kann vera bæði um ymisk polit­isk mál, men kann eisini vera bein­leiðis persónlig. Eg skal koma aftur til aðrar flokk­ar, men lat okk­um fyrst taka Javn­aðar­flokk­­in í núverandi støðu. Tað hevur verið týðuligt, at bæði politisk og per­són­lig ósemja hevur verið mill­um Ger­hard Lognberg og flokks­forman­nin Aksel V. Johanne­­sen. Um slíkar ósemjur sleppa at festa seg, tess verri verður møguleikin at loysa tær, og tær gerast ein veru­ligur trupulleiki, sum rakar alt flokks­arbeiði. Ein slíkur flokkur er í vanda fyri at gerast óarbeiðsførur. Tað er partvíst tað, sum hendi við Javn­aðar­­­flokkinum. Støðutakanin til Eystur­­oyatunnillin gjørdist ótrú-verdig, og støðan gjørdist nærmast eitt flopp, tá uppskotið um misálit á løg­mann varð framlagt og fall og opin­beraði spjaðingina í flokkin­um.
Men hesin flokkur hevur eis­ini ein annan, og kanska upp aft­ur størri trupulleika. Sum ein­asti flokkur á tingi hevur hann al­ment proklamerað, at hann undir ongum umstøðum vil fara í eitt stjórnarsamstarv við ein annan ávísan flokk. Vit vita, at eitt meirilutastýri í Føroyum ikki kann skipast uttan við í minsta lagi tveimum, helst trimum, flokkum. Tá so ein av størri flokkunum úti­lokar ein annan av størri flokk­unum, tá hevur fyrr nevndi flokk-ur, og serliga formaðurin, ein mega trupulleika. Tað er tekin um antin vantandi samarbeiðsvilja ella sam­arbeiðsevni, ella kanska bæði. Og so freistast ein at hugsa, um tað eisini hevur verið galdandi í sam­band við viðgerðina av Sand­oyar­tingmanninum.
Um vit hyggja at øðrum flokkum á tingi, so kunnu nevnast fleiri ósemjur innanflokks. Hesar kunnu merkjast í orðaskiftum, síggjast aftur í ymiskum atkvøðugreiðslum og so framvegis. Tað er nátúrligt, at meiningar brótast, men sum oftast finst eisini ein loyalitetur móti flokkinum, hvørs politiska høvuðsgrundarlag bygt verður á. Hinvegin eru fleiri dømi um, at persónar sjálvir eru rýmdir úr ávísum flokkum. Eitt tað kendasta dømi var, tá Jóannes Patursson fór úr Sjálvstýrisflokkinum síðst í tríati­árunum. Onnur dømi kundu veri, tá Kjartan Mohr fór úr Fólka­flokkinum og stovnaði sín egna flokk. Eitt feskt dømi er eisini, tá Poul Michelsen fór úr Fólka­flokkinum og stovnaði nýggjan flokk. Í hesum báðum førunum hevur tó helst mest verið talan om perónliga ónøgd. Ein kann eisini undra seg yvir onkur onnur dømi um flokksskifti. Hví flutti Sjúrður Skaale til dømis frá Tjóðveldi til Javnaðarflokkin? Men tað er ikki alt, sum kann forklárast.

Flokksbýti á tingi
Hóast frammanfyrinevndu dømi um eksklusiónir og rýmingar úr flokkum, so má ásannast, at í stóran mun hava fólkavaldu politikk­ararnir verið flokkstrúgvir. Politikkur snýr seg um at byggja og viðlíkahalda eitt samfelag, tað vil eisini siga eitt land, verið tað seg lítið ella stórt. Tá fólkið savnar seg í politiskar flokkar, er tað, tí tey savnast um ymiskar hugsjónir. Tað eru grundsjónarmiðini undir teim ymisku hugsjónunum, sum fær fólk at bólkast í politiskum flokkum. Í Føroyum byrjaði flokks­býti við, at politikkarnir býttu seg í tveir flokkar, alt eftir hugsjónini um sjálvbjargni. Vert er at leggja til merkis, at vit høvdu eitt ting (parlament) áðrenn vit høvdu polit­iskar flokkar.
Sum tíðin gekk og samfe­lag­ið mentist gjørdist hugsjónar­grund­arlagið breiðari, og politisku flokk­arnir blivu fleiri, so vit í dag hava um leið sjey í tali. Flokkarnir hava allir hvør sína meira ella minni væl útgreinaðar flokksskráir. Sjálvt um vit ikki enn hava fullveldi, so hava vit eina politiska skipan, sum líkist teim londum, ið standa okkum nærm­­ast, nevniliga londunum í Norð­­ur- og Vestureuropa. Tað vil siga, at vit hava eitt parlament (løg­­ting) og eina stjórn (landsstýri). Løg­tingið er mannað av teim polit­isku flokkunum, sum eru valdir eftir eini góðkendari demo­kratisk­ari valskipan. Havast má tó í huga, at valið av tingfólki fer fram í kapp­ing millum flokkarnar og eis­ini í rættiliga stóran mun mill­um persónarnar. Slík kapping er í mongum førum sunn, men kann eisini hava við sær ósemjur, sum ikki altíð bøtast aftur.
Í Føroyum hava vit havt eitt ting í fleiri øldir – ja, longur enn flest onnur lond. Men sum áður nevnt hava vit bert havt flokkar í stívliga eina øld. Upprunaliga og líka til fyri 6 árum síðani sendu ymisku partarnir av landinum síni umboð á ting. Landið var býtt upp í valdømi, sum hvørt sær – nøkulunda í mun til fólkatalið – vóru tryggjað um­boðan á tingi. Sum frá leið og vit fingu flokkar og fólkatalið øktist meira í summum valdømum, fingu vit tey sokallaðu eyka umboðini ella útjavningarmandatir. Men prin­­sippið var, at øll øki í landinum skuldu hava umboðan, samstundis sum flokksumboðanin var so mate­mat­isk røtt sum gjørligt.
Stórt sæð var hendan skipanin góð. Um onkrir skeivleikar vóru, kundu justeringar gerast. Hetta samsvaraði eisini við skipanirnar í okkara grannalondum, har økis­umboðanin og flokksum­boðanin fylgdust. Hendan skipanin hevði eisini við sær, at flokkarnir fingu ein organisatoriskan leiðslustruktur við sjálvstøðugum floksfeløgum í val­dømunum, sum síðani vórðu skip­að í einum landsfelag. Hesi val­dømisfeløg skipaðu fyri uppstilling til løgtingsval.
Men so hendi tað, at nakrir ting­menn helst ikki kendu seg nóg trygg­ar í sínum egna valdømi, og tí vildu hava skipanina broytta, so teir høvdu størri møguleika at verða afturvaldir. Táverandi løg­tings­formaður var ein av for­sprák­arunum fyri at fáa broytt val­skip­anina til, at Føroyar gjørdust eitt valdømi, Hann legði uppskot fram um hetta, og fekk tað samtykt í tinginum stutt fyri valið í 2007.
Hetta hevði við sær, at uppstill­ing­arnar vórðu miðsavnaðar og eing­in tinglimur kom at umboða nak­að valdømi, tí tey vóru avtikin. Enn er so mikið stutt fráliðið, og tí er munurin ikki so sjónskur. Men rættiliga greitt er, at sum tíðin gongur hvørvur annað høvuðs­atlitið við tinghumboðanini, nevni­liga trygdin fyri breiðari lands­um­fatandi umboðan. Samstundis fara valdømisfeløgini at hvørva og flokksorganisatiónirnar ger­ast veikari. Helst verður eisini tor­­førari at stýra flokkunum, og lættari verður at bróta út og fremja persón­ligar uppstillingar.
Edmund Joensen verjir í eini tíðargrein nýggju skipanina og heldur, at hon skal bert umsitast skila­gott. Sjálvandi er nakað um tað, at ein skilagóð umsiting altíð er til bata fyri eini hvørji skipan, men mín meting er, at tá eini tvey valskeið afturat eru farin aftur um bak, er tað ikki bara landsumfatandi um­boðanin, sum er farin fyri skeyt­ið, men eisini floksskipanirnar verða útvatnaðar. Vit koma helst at síggja fleiri floksuppgerðir, einkult­per­sónar fara at rýma, og flokks­ósemjur fara at gerast meira sjón­ligar. Tá eitt val­skeið afturat er farið verður helst ov seint at venda aftur til tað, sum upp­runa­liga var ætl­an­in við einum parlamenti.