Løgtingið – høvdið kalt og hjartað heitt

Theodor Eli Dam Olsen
valevni Javnaðarfloksins



Løgtingsvalið nærkast, og flokkar og valevni bjóða seg fram.
Summi brúka ivaleyst nógvar pengar upp á marknaðarføring, meðan hetta letur seg minni hjá øðrum, har tað grynnir í pengapunginum.
Herfyri sást enntá, at lýsingarpláss var selt á uppboði, men tað bleiv tíbetur steðgað. Tað ber til at temja marknaðarkreftirnar.

Tað týdningarmikla er tó, at vit fáa fólk á ting, sum eru skilafólk, og sum hava hjarta og vilja til at virka fyri onnur.

Løgtingið er hægsti myndugleiki føroyinga, og tí er týdningarmikið, at vit velja fólk, sum vit hava hava álit á, og sum duga at halda høvdið kalt og hjarta heitt.



Veljið skilafólk og veljið samhaldsfast!