Løgtingið má broyta verklagslógina

Stjórin í Landsverki væntar, at verkætlanin í Leirvík verður út við 10 miljónir krónur dýrari, enn verandi verklagslóg sigur. - Tí verður neyðugt at broyta lógina, sigur Oyvindur Brimnes

Leirvík

Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, sigur, at Eysturkommuna, sum Leirvík er partur av, hevur sett nakrar treytir um endurgjald sum gera, at galdandi verklagslóg, sum hevur ein íløguloft upp á 40 miljónir krónur má broytast.
- Eftir verklagslógini kann samlaða verkætlanin ikki fara yvir tær 40 miljónir krónurnar – og tað fer hon við teimum treytum um endurgjald, sum kommunan hevur sett, sigur stjórin í Landsverki.
Oyvindur Brimnes sigur, at alt eftir, hvussu tað fer at gangast landsstýriskvinnuni, Anniku Olsen, at finna út av verklagslógini, fer Landsverk at samráða seg fram til ein endaligan sáttmála við arbeiðstakarar.

50 miljónir
Stjóri í Landsverki sigur seg væl skilja, at leirvíkingar ikki vilja gerast verri stillaðir enn frammanundan.
- Eg vænti, at samlaða verkætlanin við teimum treytum, sum kommunan setir, fer at nærkast teimum 50 miljónum krónunum. Annars eru øll viðurskifti við ognartøku og samráðingum við eigarar av eitt nú gomlu neystunum lidnar, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki.