Løgtingið má verað samt um stórmálini. (1)

Sjálvt um okkara politiska skipan í høvusheitum byggir á, at sitandi meirlutin ræður, so er ikki rúm fyri politiskum sjáldrátti í stórmálum og grundleggjandi málum sum til dømis,
- trygdar- og verjupolitikki,
- uttanríkis- og handilspolitikki,
- stovnsrøkt og fiskidagaskipan og
- heildarpolitikki fyri fiskiskap á fjarleiðum.
Her snýr tað seg í høvuðsheitum um trygdina og lívsgrudarlagið hjá allari føroysku tjóðini. Ábyrgdin fyri at rætti politikkurin verður førdur, er onga aðrastaðni enn í Føroyum. Hetta er bæði galdandi fyri mál sum eru yvirtikin og í felagsmálum.
Tí krevst í hesum málum ein breið semja millum flestu flokkar á tingi, bæði úr samgongu og andstøðu.
Trygdar- og verjupolitikkur - Tvinnir eru vegirnir
Føroyingar kunnu halda fram við at gera sum nú, stinga høvdið í sandin sum strutsurin og skylda uppá Danmark, fyri síðani, tá ið nóg nógv ár eru gingin, at brúka skattaborgarans pening, at kanna hvat tað var sum hendi.
Ella brúka hin sjálvsagda møguleikan, sum tað sømir seg røttum kvinnum og monnum, at luttaka við opnum sinni sum partur av skipanini, og taka ta ábyrgd, sum krevst av okkum føroyingum.
Trygar- og verjupolitikk má breið semja vera um í løgtinginum.
Í hinum Norðurlondunum og í londunum í okkara parti av heiminum yvirhøvur er vanligt, at breið semja er um trygdar- og verjupolitikkin. Hesi lond hava fyri langari tíð síðani ásannað, at veruliga trygdin í okkara fría parti av heiminum hongur neyvt saman við politiskum stabiliteti í sjálvum londunum og í samarbeiði millum londini (til dømis í verjufelagskapum sum til dømis NATO).
Føroyar hava fyri neyðini at taka í egnan barm og broyta sín ?vilja onki gera ella vita-politikk?, fyri so aftaná at noyðast at kanna hvat fram er fari.- Vit hava dømini, Svørtubók, hernaðarkannning eystanfyri o.s.f., umframt ta mistonkiliggerðan sum kemur hesum í kjalarvørrinum. Hetta er samanlagt ein óforsvarlig og mannminkandi støða at hava.
Føroya løgting eigur at broyta sín politikk alt fyri eitt, soleiðis at Føroyar í framtíðini luttaka eftir førimuni, og eisini skulu føroyingar sjálvandi hava neyðugt innlit.
Tingini henda kortini
Tað liva enn føroyingar, sum minnast fyrra heimsbardaga. Nógv fleiri minnast seinna heimsbardaga. Uppaftur fleiri føroyingar minnast kalda kríggið.
Føroyingar vóru mitt í øllum hesum orrustunum. Í fyrra heimsbardaga mistu vit fólk og í seinna heimsbardaga mistu Føroyar eftir fólkatalið uppá seg líka nógv mannalív, sum tey londini, sum beinleiðis vóru í kríggi. Kalda kríggið kundi lættliga enda við kjarnorku-ørskapi har fáur ella ongin slapp undan vanlukkuni.
Tað sum fram er farið í heiminum prógvar til fulnar, at ikki ber til at standa uttanfyri og rokna við av teirri grund, ikki at verða raktur.
Annað er, at vit føroyingar eiga sjálvand eisini at taka okkara part av ábyrgdini fyri, at friður kann valda í heiminum. Okkara íkast skal ikki liggja eftir.
Tað er tí uppá hægstu tíð, at løgtingið í breiðari semju, har minst tríggir av teimum fýra stóru flokkunum eru við, broytir sín. ?vilja onki gera ella vita-politikk? við ein lutakandi politikk eftir førimuni, har vit vita og virka saman við Danmark.
Tað er í dag eitt altjóða rák fyri einum sameindum heimi. Onki framkomið land kan loyva sær at standa uttanfyri trygdar- og verjupolitikk. Onki land kann kalla seg framkomið heldur, sum loyvur sær at skifta verju og trygdarpolitikk hvørja fer val er.
Her eru vit eisini við sjálva kjarnuna, nevniliga verjuna av demukratiðinum, tí dýrabærasta, og verjuna av fræðlsinum hjá tí einstaka í heimsamfelagnum.
(Her er bert nortið við Trygdar og verju politik, ætlanin er at koma inná hini málini seinni).