Løgtingskvinna í New York: Vit hava tað gott

 

- Í New York hava vit bæði Andras (maðurin, blaðm.) tað gott og somuleiðis øll hin føroyska, danska og grønlendska sendinevndin, skrivar Óluva Klettskarð, løgtingslimur fyri Tjóðveldi, á Facebook-vanga sínum. Hon er stødd í New York í hesum døgum í samband við aðalfundin hjá ST. Hvørt ár eru tveir løgtingslimir partur av danska ferðalagnum, sum vitjar í høvuðssætinum hjá Sameindu Tjóðum.

 

Í gjárkvøldið varð New York rakt av yvirgangi enn einaferð, tá ein 29 ára gamal maður koyrdi móti ferðsluni og upp á fótgangarafelt og súklubreytir í miðbýnum í New York. Átta fólk lótu lív og 11 fólk eru innløgd á sjúkrahús, tó eru eingi teirra í lívsvanda.

 

- Vit vóru ikki langt frá, har tilburðurin fór fram seinnapartin, tí eftir fundin í Trygdarráðnum í ST bygninginum fóru vit oman í Financial District á fund hjá Women's Health Coalition, skrivar Óluva Klettskarð, sum sigur, at tey sótu á fundi, tá hendingarnar fóru fram.

 

- Eg visti av ongum, fyrr enn eg kom á hotellið aftur, tá sigur Andras mær frá hendingunum, sum nú eru í tíðindunum. Og so hugsi eg, hvat gjørdist av bussinum, sum skuldi koma eftir okkum aftur og ikki kom leiðina fram, og vit endaðu í taxabilum, skrivar løgtingskvinnan úr Klaksvík.

 

Yvirgangsmaðurin er av miðlunum eyðmerktur at vera Sayfullo Saipov, ein 29 ára gamal usbeki, sum kom til USA í 2010. Sambært eygnavitnum rópti hann Allah er stórur, tá hann framdi gerðirnar, umframt at eitt bræv er funnið nærindis bilinum, har usbekin svør trúskap til Islamska Statin.

 

Les eisini Hetta vita vit um álopið í New York 

 

Les eisini Fleiri fólk deyð í terroratsókn í New York