Heðin Zachariassen hevur nú keypt allan partapeningin í P/F Atlanticpane í Kollafirði. Heðin hevur gjøgnum árini markerað seg sum ein virkin íleggjari og vinnulívsmaður. Eitt nú hevur hann staðið fyri ruskinnsavnanini í Norðstreymoy og Norðureysturoy, arbeitt innan lastbilar, bussar og asfaltframleiðslu, eins og hann eitt skifti var medeigari av Handilskjarnanum. Nú hevur hann so keypt 33 ára gamla Atlanticpane, men í fyrstu atløgu verður talan ikki um tær stóru broytingar, verður sagt í tíðindaskrivi. Á Atlanticpane starvast í dag 7 fólk.