Fyrr í vikuni fór løgtingsins rættarnevnd til Sveis at kunna seg um tunlar og tunnilsgerð, og í august fer vinnunevndin hjá løgtinginum til Kina at kunna seg um kanna vinnulívið og alternativar orkukeldur.
Við útvarpið segði Alfred Olsen, formaður í vinnunevndini, at talan er um eina arbeiðsferð, og at hvør tími verður brúktur til arbeiði.
Við vinnunevndini á ferð verða allir sjey nevndarlimirnir og skrivarin hjá nevndini. Í vinnunevndini eru
Alfred Olsen, formaður
Hanus Samró
Kristianna Winther Poulsen
Aksel V. Johannesen
Bjørt Samuelsen
Bjarni Djurholm
Janus Rein
Saman við rættarnevndini á ferð í Sveis er eisini landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard. Í rættarnevndini eru:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur , Formaður
Eivin Jacobsen
Reimund Langgaard
Gerhard Lognberg
Kristin Michelsen, Næstformaður
Páll á Reynatúgvu
Brandur Sandoy
Brandur Sandoy og Gerhard Lognberg eru ikki við á ferðini. Gerhard Lognberg fór ikki við av heilsuávum, og í hansara stað fór varakvinna hansara, Eyðgunn Samuelsen.
Uppgávan hjá rættarnevndini í Sveis er at kanna, hvussu tey í Sveis gera tunlar, hvussu tey dagføra tunlar, og hvussu tey arbeiða, tá gamlir tunlar skulu breiðkast og víðkast.