Skjern Bank hevur seinastu tíðina havt lýsingar í bløðunum, har tey bjóða fólki lán til at gera íløgur fyri. Og í gjárkvøldið var so høvi hjá fólki at fáa nærri at vita um teir láns- og íløgumøguleikar, sum stóðu teimum í boði.
Eini 35 fólk høvdu leitað sær oman á Hotel Hafnia at lýða á, hvat tey bæði umboðini, Søren Hvidberg frá Skjern Bank, og Karsten Løngaard frá RHAM Value Partner, høvdu at siga um nevndu møguleikar.
Gunnar Streymoy er umboðsmaður hjá Skjern Bank í Føroyum, og hann beyð fyrst vælkomin og greiddi heilt stutt frá arbeiðsgevara sínum. Síðani greiddi Søren Hvidberg, íløgustjóri fyri sama banka, eitt sindur frá møguleikunum hjá fólki at taka lán í bankanum.
Hann segði, at tað var í veruleikanum av tilvild, at Føroyar komu upp á tal sum kundamarknaður hjá Skjern Bank. Heilt av tilvild fingu teir nakrar føroyskar kundar fyri áleið einum ári síðani, og hesir vístu á, at tað var ein ávísur marknaður fyri lánsveitarum til íløgur í Føroyum.
Síðani hevur bankin arbeitt við møguleikanum at bjóða seg fram á føroyska marknaðinum, og eftir at Gunnar Streymoy varð settur í starv sum umboðsmaður í Føroyum, hava ætlanirnar rættiliga tikið skap.
- Tað man vera tveir mánaðir síðani, at ætlanirnar um eina vitjan í Føroyum lógu klárar. Sjálvsagt vitsu vit, at tað var í umbúna, at føroysku bankarnir skuldu børsskrásetast, men tá vit byrjaðu at leggja ætlanina, vistu vit ikki nær. Tí var tað rættiliga av tilvild, at vit raktu so heppið, sum vit gjørdu, segði Søren Hvidberg, tá Sosialurin spurdi um hetta.
Týsk partabrøv
Tað, at vitjanin fall saman við tekningini av partabrøvum í Føroya Banka, gjørdi, at Skjern Bank fekk eina flúgvandi byrjan í Føroyum. Søren Hvidberg váttaði, at teir høvdu gjørt nógvar handlar við føroyskar kundar, sum lántu pening at keypa partabrøv í Føroya Banka fyri.
Skjern Bank er annars ein Private Banking banki, og tað merkir í teirra føri, at teir hava vælstandandi kundar fyri tað mesta. Sum nevnt eisini úr Føroyum. Og nú vilja teir so økja og styrkja um teirra kundaskara her.
Skjern Bank er eisini ein íløgubanki, men hann hevur valt sær íløgufeløg at samstarva við, og í hesum førinum er talan um RHAM Value Partner, sum í løtuni er mest framgangsríka íløgufelagið í Danmark.
RHAM Value Partner hevur gjørt seg til serfrøðingar í íløgum á europeiska marknaðinum innan smærri fyritøkur. Tað vil siga smærri í tí stóra samanhanginum, tí fyritøkurnar, RHAM VP ger íløgur í, hava eitt marknaðarvirði millum 750 milliónir og 10 milliardir krónur.
Karsten Løngaard, sum umboðar íløgufelagið, segði, at teir leggja alstóran dent á at tryggja sær, at partabrøvini vóru ódýr, at fyritøkan var væl stýrd, at hon hevði góða inntjening og at hon hevði góðar vakstrarmøguleikar.
- Men tað týdningarmesta er ikki, at fyritøkan hevur fulla ordrabók. Tað, sum hevur størstan týdning fyri okkum, er, at hon kastar væl av peningi av sær, segði Karsten Løngaard.
Væl nøgd
Umboðið fyri RHAM VP fjaldi heldur ikki útyvir, at tað sanniliga var ein ávísur vandi við at keypa partabrøv, tað finst eingin trygd fyri, at tú altíð vinnur pening. Somuleiðis duldi hann ikki fyri, at teir tóku bæði keypsprovisión og ráðgevingar ómaksløn. Og tað er sambært formanninum fyri donsku íleggingarfeløgini, Claus Silvferberg, eitt gott tekin.
Karsten Løngaard nevndi serliga nakrar ávísar fyritøkur, sum í løtuni geva eitt serstakliga høgt avkast, týsku fyritøkurnar Vossloh og Krone. Fyrrnevnda ger ymiska útgerð til tokskinnarar umframt lokomotivir, meðan seinni nevnda framleiðir tappianlegg og annað til bryggjaríir og mjólkarvirkir. Tey hava higartil í ár givið ávikavist 22% og 15% í avkasti.
Men sjálvandi er ein tapsvandi, og Skjern Bank, ið lænir peningin út, hevur eisini eina rættiliga góða trygd, tí kravt verður, at lánstakarin skal hava 20% í eginpeningi, sum hann skal leggja í saman við láninum. Tað merkir í stuttum, at bankin ikki átekur sær nakran tapsvanda, fyrr ennn partabrøvini eru lækkað minst 20%.
Men tey allarflestu, Sosialurin tosaði við eftir kunnandi fundin, vóru sera væl nøgd. Menninir virkaðu seriøsir, og yvirseldu ikki boðskapin, eins og teir ikki undirmettu vandan, var metingin. Onkur vísti tó á, at einki kom fram um stovningarprovisión við upptøku av láni, og aðrar møguligar kostnaðir.
Heildarmyndin var tó góð, og fundarluttakararnir nøgdir við tað, teir høvdu fingið at vita um partabrøvaíløgur í týskar fyritøkur.