Nú eru bústaðarprísirnir í Havn farnir at líkjast prísinum á leiðunum við Keypmannahavn í Danmark.
Tað staðfestir Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini, sum varð almannakunngjørd í morgun.
Í frágreiðingini hevur Búskaparráðið útgreina bústaðarprísirnar ymsastaðni í Føroyum og ymsastaðni í Keypmannahavm
Í hesum sambandi hava tey samanborið fermetraprísin á bústøðum í fjør, og til í mai í ár og úrslitið er, at nú kostar ein íbúð í Havn yvir 27.000 krónur fermeturin.
Men verður hugt á sølulistar yvir íbúðir, sæst, at íbúðir eru settar til sølu fyri yvir 30.000 krónur fermeturin, og tað er lítið bíligari enn ein búsaður mitt í keypmannahavn kostar, tí har kosta hann slakar 36.000 krónur fermeturin.
Men beinanvegin farið verður út um miðbýin í Keypmannahavn lækkar prísurin. Longu í útjaðaranum í Keypmannahavn er prísurin lækkaður niður um 30.000 krónur fermeturin, og so lækkar hann so hvørt, sum tað verður longri til Keypmannahavn.
Og í Danmark eru bíligastu bústaðirnir á Bornholm, har bústaðir kosta slakar 8.000 krónur í miðal fyri hvønn fermetur.
Yvirlitið hjá Búskaparráðnum vísir annas at tað er nakað bíligari at keypa sethús í Havn enn tað er at keypa íbúð, tí tey kosta góðar 19.000 krónur fermeturin, og tað er slakar 7.000 krónur bíligari fyri fermeturin enn íbúðirnar kosta.
Aðrastðni í landinum kosta bústaðirnir helvtina av tí, teir kosta í høvuðstaðarøkinum.
Men so er aftur himmalvíður munur á, hvat bústaðir kosta í Sandoy og í Suðuroy, tí har kostar tað ikki meiri enn slakar 6.500 krónur fermeturin at fáa sær tak yvir høvdu, ella ein fjórðing av tí tað kostar at seta búgv í Havn.
Tó er væntandi, at prísirnir í Sandoynni fara at hækka so hvørt undirsjóvartunnilin nærkast.
Uppgerðin hjá Búskaparráðnum vísir eisini, at tað er serliga síðani 1994, at prísirnir í Havn fóru at hækka. Í 1994 kostaði ein bústaður 5.000 krónur fermeturin.
Tað var sjálvsagt í kjalarvørrinum at djúpu kreppuni tey árini, men síðani er prísurin støðugt hækkaður, tó at hann minkaði nakað aftur í kreppuni í 2008 og 2009. Men síðani er hann aftur hækkaður nógv, serliga hesi bæði seinastu árini.
##med2##