Líkarætt fyri privat og almenn feløg

Tað kann vera loysnin upp á bústaðartrupulleikin í Føroyum, metir formaðurin í Huxa

Kjakast hevur seinastu árini verið um hvat kann gerast fyri at minka um trýstið á føroyska bústaðarmarknaðinum, tó uttan at tað tykist at hava gjørt stórvegis mun. Bústaðarprísirnir eru søguliga høgir og byggivinnan er undir stórum trýsti av øllum arbeiðinum, ið longu bíðar.


Og í vikuni gjørdi greitt, at løgtingið fær enn eitt høvi at viðgera trupulleikan, tá Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, boðaði frá, at hon fer at leggja eitt uppskot fyri ting, ið skal seta ferð á íbúðabygging í Føroyum. Tað skal gerast við at geva kommunum heimild at byggja leigubústaðir, antin sjálvar ella saman við øðrum.


Men tað er ikki nokk, metir Tummas Jóhan í Djónastovu, formaður í Huxa, sum í lesarabrævi mælir til, at privat og almenn feløg fáa somu treytir at virka undir.


- Tað almenna noyðist ikki at gera alt í Føroyum. Loysnin, ella ein byrjan til loysnina, kann vera so einføld sum at geva privatum og almennum feløgum líkarætt, skrivar formaðurin í Huxa.


Til ber at lesa alt lesarabrævið hjá Tummas Jóhan í Djónastovu við at trýsta á her