Danska løgreglan setir nú punktum í málinum um Bent Ovesen, eftir at tað nú er staðfest, at líkið í bilinum, sum seinasta hósdag varð funnin í havnini í Kolding, er eyðmerkt at vera Bent Ovesen sjálvur.
Danin var nevniliga undir illgruna fyri at hava dripið konu sína, Aase Ovesen, sum varð funnin deyð í heimi sínum hin 28. oktober í fjør.
Í meira enn eitt ár hevur verið leitað eftir manninum, sum í sínum Ford Mondeo hevur verið sporleyst burtur alla hesa tíð. Leitað hevur verið bæði á sjónum og uppi á landi, men leitingin hevði einki sum helst úrslit givið.
Líkið av Bent Ovesen er nú kannað av rættarlæknum, og sum skilst bendir einki á, at nakar annar hevur verið partur í hendingini, tá danin koyrdi út í havnina í Kolding.
Løgreglan metir tí, at Bent Ovesen sjálvur hevur valt at koyra út í havnina eftir drápið á Aase Ovesen, og soleiðis er hann deyður fyri egnari hond.
Hjúnini, sum vóru stívliga seksti ára gomul, tá Bent Ovesen eftir øllum at døma framdi brotsgerðina móti konu síni, vóru annars væl lýdd í grannalagnum, har tey búðu, og tey vóru eisini partur av sosiala umhvørvinum.
Tí, skiltu grannar, ið donsk bløð skiftu orð við eftir hendina, ikki, at slík lagna skuldi raka hesi hjún og hesa familju.
Tað var ein dóttir, sum fann mammu sína deyða á bústaðnum, og skjótt kom løgreglan eftir, at Aase Ovesen ikki var deyð av náttúrligum orsøkum, men at talan var um dráp.
Danska løgreglan hevur tó ongantíð vilja sagt nakað um, hvussu Bent Ovesen hevði gjørt av við konu sína. Tað vóru kavarar hjá donsku verjuni, sum arbeiddu í havnini í Kolding, ið av tilvild funnu bilin.