Lars Løkke Rasmussen veit ikki heilt, hví landsstýrið ikki hevur svarað aftur enn.
Í spurnartímanum á Fólkatinginum í dag hevur Lars Løkke Rasmussen svarað ein spurningi frá Sjúrði Skaale um cpr-nummar hjá føroyingum.
Sjúrður Skaale vísir á, at sum borgarar í danska ríkinum, koma føroyingar javnan í ta støðu, at teimum tørvar eitt danskt p-tal, tað vil siga cpr-nummar, fyri at ordna síni viðurskifti. Men í Føroyum er eingin myndugleiki at geva føroyingum eitt cpr-nummar og tí mugu aðrar loysnir finnast.
Í samband við sjúkravitjanir á donskum sjúkrahúsum er avgjørt, at føroyingar kunnu fáa eitt sokallað fyrisitingarligt cpr-nummar, men Sjúrður Skaale kundi hugsað sær onkra meiri varandi loysn.
Svarið frá forsætisráðharranum tykist koma heldur óvart á føroyska fólkatingsmannin. Danska stjórnin bæði kennir til og viðurkennir trupulleikan og hevur sent eitt uppskot til loysn til landsstýrið fyri tveimum árum síðani – men hevur ikki fingið svar.
Lars Løkke Rasmussen sigur, at í hesum uppskotinum skuldu ávísar føroyskar kommunur fáa myndugleika at geva føroyingum donsk cpr-nummar.
Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann veit ikki, hvat føroyingar siga til uppskotið frá donsku stjórnini, tí teir hava ikki svarað sær.
- Eg haldi bara, sagt bart út, at tá Føroyar venda sær til okkara við einum trupulleika, sum vit viðurkenna fult og heilt, sum vit siga, at vit skulu loysa og gera eitt uppskot – ok, so má næsta stig vera, at onkur heldur okkurt um okkara uppskot. Og um okkara uppskot ikki kann brúkast, so mugu vit finna eina aðra loysn, sum væl hugsandi kann vera, at geva ríkisumboðnum myndugleikan heldur enn kommununum, sigur forsætisráðharrin.
Forsætisráðharrin sigur kortini, at danska stjórnin fegin vil loysa trupulleikan saman við føroyingum – men fyrsta stigið má vera at hoyra aftur frá løgtinginum.