Læknamiðstøðin tekur skap

Arbeiðið upp á nýggju læknamiðstøðina í Klaksvík gongur væl. Bygningurin er reistur, og tíðarætlanin heldur. Um alt gongur sum nú, so verður hon liðug um ársskiftið 2004/05, og um nøkur ár verður miðbýurin í Klaksvík ikki at kenna aftur, sambært borgarstjóranum, Steinbjørn Jacobsen

Klaksvík:
Nýggjasti bygningurin í býnum, læknamiðstøðin, er nú rættuliga farin at taka skap. Talan er um ein stóran bygning upp á 660 fermetrar, og tað er bara helvtin av honum. Klaksvíkar kommuna og Tryggingarfelagið Føroyar hava júst skrivað undir endaliga sáttmálan um, at Tryggingarfelagið fer at byggja hina helvtina av bygninginum, sum somuleiðis verður einar góðar 600 fermetrar. Tað arbeiðið fer í gongd í næstum. Ætlanin við tí bygninginum er, at tað, sum Tryggingarfelagið ikki nýtir, fer kommunan at leiga frá teimum. Til eitt nú fysioterapeutar og annað.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, er sera vælnøgdur við hendan sáttmálan.
? Hetta lættir um hjá kommununi ? eisini fíggjarliga. Og harafturat so verður Tryggingarfelagið somuleiðis við í arbeiðinum av arkaduni, sum skal vera í millum bygningarnar báðar og virka sum ein inngongd til sjálvan miðbýin frá Klaksvíksvegnum av, greiðir hann frá.
Læknamiðstøðin, tann parturin, sum kommunan letur byggja, er normeraður til fýra kommunulæknar. Bygningurin kemur at kosta einar 11 til 12 milliónir krónur. Væntandi verður bygningurin liðugur um ársskiftið 2004/05 og helst ikki so langa tíð aftaná, um byrjað verður nú, verður hin helvtin av bygninginum hjá Tryggingarfelagnum somuleiðis liðugur. Tá verður bygningurin nærum 1.400 fermetrar tilsamans.
Spurdur um ikki hesin bygningur møguliga tekur alla myndina í býnum, sigur borgarstjórin, at tað heldur hann ikki.
? Bæði politistøðin og læknamiðstøðin eru bygd í sama sniði, og tað er ætlanin við øðrum møguligum bygningum eisini, sigur hann.

Gomul ætlan
Miðbýarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu er ikki endurskoðað, síðani í áttati árunum, og tí skal ein endurskoðan til. Men um ein hyggur eftir ætlanini, og so lurtar eftir tí tosinum, sum er frammi um ætlaðar byggingar, so er tær rættuliga líkar miðbýarætlanini hjá táverandi býráði.
Men Steinbjørn sigur, at kommunan arbeiðir eisini framvegis eftir tí ætlanini ? við einstøkum smærri broytingum.
? Ætlanin skal endurskoðast, tí tað verður jú hugt øðrvísi eftir miðbýnum í dag enn fyri 15-20 árum síðani, sigur hann.
Um ein gongur heimeftir Klaksvíksvegnum, tað vil siga móti Posthúsinum, so standa smá neyst framvið gongubreytini. Men kommunan manglar bert at ognartaka tað eina, og so verða hesi øll rivin niður, tí tey standa beint framman fyri læknamiðstøðini. Og tað skal verða opið frá henni og arkaduni og til Klaksvíksvegin.
Annars so ljóðar miðbýarætlanin ikki upp á smávegis broytingar í Klaksvík. Nógv hevur verið at hoyrt um eina handilsmiðstøð, sum eisini er á tekningini yvir miðbýin. Hendan skal liggja eystarumegin.
Steinbjørn sigur, at tað eru privatar hendur, sum eru í ferð við tað arbeiði. Hann veit ikki at siga júst, hvussu langt tað arbeiðið er komið, men har er gongd í.
? Tað er rættuliga spennandi, men eg haldi ikki, at tey eru tilreiðar at koma alment fram við nøkrum enn, sigur hann.
Somuleiðis er ætlanin um at byggja eitt nýtt mentunarhús. Ein tónleika og mentunardepil, og á heimasíðuni hjá Norðlýsinum liggur ein røð av myndum yvir hendan ætlaða bygning. Og hann má sigast at fara at verða sera stásiligur.
Um ein hyggur beinleiðis at tekningini og so samanlíknar hana við býin, sum hann sær út í dag, er hann sjálvsagt fyri tað fyrsta ikki at kenna aftur. Men somuleiðis síggjast smærri broytingar. Til dømis er politistøðin á tekningini føst í læknamiðstøðini, men tað er hon ikki í veruleikanum. Men ikki kann annað sigast enn, at kommunan arbeiðir eftir leistinum á hesi við tíðini gomlu miðbýarætlan.
? Vit fara at endurskoða ætlanina í nærmastu framtíð, og so fáa vit at síggja, hvat so hendir, sigur borgarstjórin.
Grundarlagið fyri allari miðbýarætlanini er alt grótið frá Norðoyatunlinum, sum skal nýtast til at fylla út við Sandin. So at tá undirsjóvartunnilin er skotin ígjøgnum, kann væntast, at tað verður gangandi frá Statoil støðini, eystarumegin, og yvirum. So her er somuleiðis talan um eina munandi øking av lendi í miðbýnum.
Ein kann kanska spyrja seg sjálvan í dag, júst hvar er miðbýurin í Klaksvík, men um alt gongur, sum borgarstjórin ynskir, so verður tað ikki so aktuelt longur um eini fimm ella seks ár.
? Tá vænti eg, at miðbýurin í Klaksvík verður fullkomuliga broyttur, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.