Læknar stuðla stríðnum

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fáa stuðul frá nøkrum av nærmastu samstarvsfeløgunum

Nakrir av nærmastu samstarvsfeløgunum hjá limunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar veita í dag felagnum treytaleysan stuðul í stríðnum um betri lønarsømdir. Tað er Hjálparlæknaráð Føroyar, ið fyri løtu síðan almannakunngjørdi eina yvirlýsing, har tey veita stuðul til sjúkrarøktarfrøðingarnar.


Yvirlýsingin er fylgjandi:


Hjálparlæknaráð Føroyar vil við hesum vísa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra um komandi sáttmála.


Limirnar hjá okkara feløgum arbeiða tætt saman dagliga. Sjúkrarøktarfrøðingar gera eitt stórt arbeiði, vit ikki kunna verða fyri uttan.


Nú er hurðin aftur opin til samráðingarborðið, tað er har loysnin skal finnast.


Við fakfelagskvøðu.
Vegna nevndina í Hjálparlæknaráð Føroya
Dávið Michelsen
Turið Holm Johannessen