Læknatrotið: Tað er ikki ómoralskt at velja Føroyar frá

Tað snýr seg ikki um, at læknarnir skulu kenna seg skyldugar at starvast í Føroyum. Tað snýr seg um at gera tað attraktivt at starvast í Føroyum, sigur Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum. Men hvussu gera vit tað, spyr VikuskiftisSosialurin. 

 

 

Ótalligir føroyingar kenna hvønn dag sviðan av læknatrotinum í Føroyum. Um tú ikki ert bráðsjúk, kann tað í nógvum førum vera torført at fáa eina tíð hjá serlækna innanfyri rímiligari tíð. Og tá tú fært tíðina, kann tað taka langa tíð, áðrenn tú fært eitt greitt svar uppá, hvat tær bagir. Uppfylging er í summum førum ein býur í Russlandi, meðan tilboð um screening eisini tykist at vera trupult at seta í verk. Nógvar eru orsøkirnar, men rótin til trupulleikarnar hevur verið staðfestir fleiri ferðir: Serlæknar tíma ikki at starvast í Føroyum.

 

 

Men hví er tað so torført at fáa serlæknar settar í starv í Føroyum?

 

 

”Tað tekur 10-15 ár at gerast serlækni, og sostatt ert tú ofta í seinnu helvt av tretivinum, tá tú sum serlækni ert til reiðar at flyta til Føroya. Tá tú ert 37 ár, ert tú og tín familja ofta væletablerað. Makin hevur starv, børnini ganga í skúla og tit hava kanska eitt hús. Tá tú so fært bjóðað eitt starv í Føroyum, skalt tú finna útav, hvat tað er sum kallar í Føroyum: Er tað so fantastiskt, at tú skalt velja at skrykkja tína familju upp við rót, fyri at flyta til Føroyar?”, spyr Pál Weihe, formaður í Læknafelagnum. ”Nei”, heldur hann fram. ”Viðurskiftini í Føroyum eru ikki verd at skrykkja sítt væletableraða lív upp fyri. Her skalt tú sum serlækni arbeiða fleiri ferðirnar meir fyri lægri løn”, ger formaðurin í Læknafelagnum greitt.

 

 

Men hvussu nógv kunnu serlæknarnir krevja?

 

 

”Arbeiðsmarknaðurin er fríur, so ein serlækni hevur í veruleikanum rætt til at krevja júst tað, hann vil hava. Tað er síðan upp til sjúkrahúsið at taka støðu til, um tey vilja og kunnu bjóða tað, sum serlæknin krevur. Um man sigur, at man ikki vil lúka øll krøvini, má tað vera tí, man væntar fáa onkran annan í starv – annars detta deildirnar jú niðurfyri”, sigur Pál Weihe og leggur afturat:

 

 

”Serlæknar hava loyvi til at velja tað starvið, sum er best fyri teir - óansæð hvar í verðini tað er”, sigur hann og sigur seg ikki skilja, hví man tosar um, at læknar hava eina moralska skyldu til at taka sær av sjúklingum í heimlandinum.

 

 

”Tað er púra burturvið at tosa um, at tað er ómoralskt, tá læknar velja Føroyar frá. Hví skal ein lækni velja at arbeiða í Føroyum undir vánaligum umstøðum, tá hann kann fáa starv í Danmark undir nógv betri treytum?”, spyr formaðurin í Læknafelangum.

 

 

Hvussu langt skal eitt sjúkrahús so fara fyri at eftirlíka krøvunum hjá serlæknunum?

 


”Tað er ringt at siga. Tað má man taka støðu til í hvørjum einstaka føri”, sigur Pál Weihe, sum tó er sannførdur um, at føroyska heilsuverkið hevur tørv á nógv fleiri pengum fyri at vera eitt gott og nøktandi heilsuverk. Í dag verður 1,1 milliard krónur settar av til Heilsuverkið árliga, men tað mangla 300 milliónir í kassanum, um Heilsuverkið skal mala runt, heldur hann. 

 

 

”Ja, tað snýr seg um pengar”, staðfestir Pál Weihe.

 

 

Snýr tað seg eisini um, at hesin fakbólkurin er meir ambitiøsur enn aðrir?

 

 

”Læknar eru ekstremt ambitiøsir og krevja nógv av sær sjálvum og sínum umstøðum. Og medisin er eisini eitt fak, sum krevur sera nógv, tí tað allatíð skal menna seg fyri at bjóða ta bestu viðgerðina. Tað krevur, at man hevur útbúgvingar- og granskingarmøguleikar á sjúkrahúsunum”, sigur Pál Weihe, sum hevur eitt heilt ítøkiligt hugskot til, hvussu man hækkar ambitiónsstøðið á føroysku sjúkrahúsunum fyri at læknarnar at trívast.

 

 

”Landssjúkrahúsið og Fróðskaparsetrið átti at gjørt eitt samstarv, so Landssjúkrahúsið í framtíðini gjørdist eitt universitetssjúkrahús við granskingar- og útbúgvingarmøguleikum. Hetta hevði syrgt fyri, at Landssjúkrahúsið í framtíðini náddi heilt aðrar fakligar hæddir”, sigur hann.

 

 

”Og hetta hevði avgjørt ført til, at læknarnir fóru at støðast betur í Føroyum”, sigur hann at enda.

 

 

Keyp VikuskiftisSosialin fyri at lesa alt um læknatrotið. Blaðið kann keypast í handlunum og tú fært eina serliga netútgávu fyri 10,- á www.sosialurin.fo