Læknaváttan til sjófólk

Áðrenn sjómenn mynstra, skulu teir hava eina læknaváttan.

Hetta er bæði rætt og rímiligt. Í samband við hetta skulu teir útfylla eitt skjal, har spurt verður um sjúkur og brek hjá viðkomandi gjøgnum tíðirnar. Hetta er eisini rætt og rímiligt, um læknaváttanin kemur í rættar hendur og bara har.
Men í síðsta teigi, áðrenn sjómaðurin skrivar undir, stendur hesin naski teksturin."Undirritaði gevur við hesum samtykki til, at upplýsingar um fyrrverandi sjúkur kunnu fáast frá læknum, sjúkrahúsum, øðrum viðgerðarstovnum og almennum myndugleikum"
Tað stendur onki í skjalinum um, hvør fær hesa blankoheimild. Á høvdinum á læknaváttanini stendur Sjóvinnufyrisitingin, so man kan ganga út frá, at alt starvsfólkið har, frá Jørgen Niclassen og Kaj P. Mortensen til yngsta kontórfólk kunnu sneyta í sjúkrasøguni hjá sjófólki. Hvør lóg gevur teimum heimild til hetta?
Eg spurdi mín egna lækna, um hetta ikki var at ganga fólki ov nær. Tað kundi væl tykjast so, men annars skuldi Pál Weihe hava læknaváttanina. Hugsi mær, tað er tí, hann er arbeiðsmedisinari. So vítt eg veit, er hann undirgivin heilsumálastýrið. So í minsta lagi tvey aðalstýrir kunnu søkja sær upplýsingar um heilsustøðuna hjá sjófólki, leggja tey í.
Heilsustøðan er millum mest persónligu viðurskiftir hjá fólki. Haraftrat kemur at mynduleikarnir valla hava rætt at krevja hesa víðgongdu heimild. Eg fari tí at biðja Jørgen Niclassen ella avvarðandi broyta blankettina til læknaváttanina í stundini. Eisini fari eg at heita á Óla Jacobsen fakfelagsformann um, at hava eyguni við, at hetta verður gjørt. Tí sjálvandi skal privatlívið hjá sjófólki verjast sum hjá øllum øðrum.