- Stóra konsertin, sum verður í Løkshøll í annaðkvøld, er næstan útseld, siga fyrireikararnir av mentanarvikuni í Runavík. Rætiliga stórur áhugi er fyri konsertini við Millum Frændur, Jógvani Hansen, Pæturi við Keldu og Heiðrun Petersen.
Konsertin, sum verður í Løkshøll í Runavík í annaðkvøld klokkan 21, er næstan útseld.
Nøkur atgongumerki eru eftir, sum kunnu keypast í forsølu á www.nlh.fo, í Kunningarstovunum í Runavík, Tórshavn, Klaksvík og í Fuglafirði.
Tey, sum standa aftanfyri mentanarvikuna í Runavík, siga, at forsølan til stóru konsertina steðgar í morgin, fríggjadagin klokkan 15.