Lán frá tær sjálvum og spar skatt

Tað er í stuttum boðskapurin frá Suðuroyar Sparikassa, sum í dag lanceraði nýggja tilboðið til tey, ið eiga innistandandi hjá sparikassanum

Tað er eitt ósamsvar millum rentuútreiðslur og rentuinntøkur á skattaøkinum. Rentuútreiðslur kanst tú ikki draga frá í skatti – við ávísum undantøkum – meðan tú í øllum førum verður noyddur at rinda skatt av rentuinntøkum.

Men nú bjóðar Suðuroyar Sparikassi kundum sínum at lána upp á innistandandi til eina sera favorabla rentu.

- Føroyingar hava lyndi til bara at hyggja upp á bruttoskattin. Tað rætta er sjálvandi at hyggja at netto. Og tað er har, skeivleikin er í, sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa.

Hann gevur eitt grovt dømi:

- Lat okkum siga, at tú hevur eitt innistandandi upp á 300.000 krónur samstundis, sum tú hevur eitt innistandandi á somu upphædd. Um vit hugsa okkum, at rentan í báðum førum er 5,75%, so svarar hetta til eina rentu upp á 45.674 krónur fyri skatt. Nettoútreiðslurnar verða so áðrenn skatt 0. Men tú skal jú rinda 35% skatt av rentuinntøkunum, so roknistykkið vísir eitt minus upp á 15.986 eftir skatt, sigur Søren Bruhn.

Hetta sjálvandi tí, at tú rindar skatt av rentuinntøkunum, men ikki kann draga rentuútreiðslurnar frá.

Hetta er eyðvitað eitt tilhugsað dømi, tí útlánsrentan altíð er størri enn innlánsrentan.

Men uttan mun til tað, verður altíð ein útreiðsla á muni millum rentuinntøkur og rentútreiðslur. Og ein sannroynd er, at hægri rentustøðið er, størri verður nettoútreiðslan.

 

Útnytta skipanina

Á tíðindafundi í morgun greiddi Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, frá nýggja tilboðnum, og vísti við dømum á, at hægri rentustøðið var, størri gjørdist nettorentuútreiðslan.

Við støði í omanfyri nevnda dømi vísti Søren Bruhn eitt annað dømi, har út- og innlánsrentan var ávikavist 6 og 4,5%. Tá gerst nettorentuútreiðslan 3,08%, og hetta tal minkar tilsvarandi minkingini á rentustøðinum.

Taka vit tað hugsaða dømi, har útlánsrentan er 1,5 og innlánsrentan er 0, er nettorentuútreiðslan altso 1,5%. Við neyðuga rentumarginalinum er hetta minsti munurin, komast kann niður á, og hetta er júst rentan, Suðuroyar Sparikassi nú bjóðar kundum sínum at lána til.

Men tá er altso neyðugt, at kundin hevur eina tilsvarandi ella størri upphædd í innistandandi.

- Tú kann siga, at talan her er um at útnytta holið í kapitalvinnings skattaskipanini. Heldur enn at lata peningin standa og renta og harvið rinda rentuskatt á 35%, kanst tú lána peningin »frá tær sjálvum« og harvið koma niður á 1,5% í nettorentuútreiðslum, samstundis sum tú leysgevur peningin uttan at missa hann. Talan er um handveðslán, ið jú er púra vanligt í Føroyum, sigur Søren Bruhn.

Suðuroyar Sparikassi hevur valt at kalla lánið S-lán, og tað er út frá tí tanka, at S’ið í hesum føri stendur fyri:

• Samsvar/Symetri

• Skattalætta

• Sparing

• Sjálv/ur

• Saldo

• Suðuroyar Sparikassi