Lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar metstórar

Februar í ár setti met, tá ið tað snýr seg um lønar- og skattgjaldingar umvegis a-skattaskipanina, sigur Fíggjarmálaráðið

Í februar í ár vórðu goldnar tilsamans 685,6 milliónir krónur í lønum umvegis a-skattaskipanina. Hetta er 7,7% meira enn í februar í fjør, og samstundis tann besti februar mánaðin nakrantíð.
Sama ger seg galdandi fyri kommunuskattin, sum eisini var tann besti februar mánaðin nakrantíð. Í februar í ár vórðu tilsamans goldnar 114,6 millióónir krónur í kommunuskatti.
Hetta er 6,8% meira enn í februar 2011.??Samlaði lands- og eftirlønarskatturin var góðar 2 milliónir krónur størri í februar í ár enn í februar í fjør.
Eftirlønarskatturin var 17,5 milliónir krónur í februar samanborið við góðar 11 milliónir krónur í januar. Ein frágreiðing til frávikið er allarhelst ymsar barnasjúkur við nýggja eftirlønarskattaskipanini, sum kom í gildi 1. januar í ár. Hesar barnasjúkur fara at hvørva, tá ið vit koma longur út á árið.

Gongd komin á heimliga eftirspurningin
Nýggjastu avgjaldstølini staðfesta, at rættiliga stórur vøkstur hevur verið í heimliga eftirspurninginum fyrstu tveir mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.
Fyrstu tveir mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið 251,5 milliónir krónur í meirvirðisgjaldsinntøkum samanborið við 223,7 milliónir krónur somu tíð í fjør. Hetta svarar til ein vøkstur upp á 12,4%.