Óla Jakup Rólantsson
Ungdómsvanlukkurnar hava sera nógv felags ? bilførararnir eru óroyndir, ofta eru brek á bilunum, ferðin er ov nógv og trygdarbelti verða ikki brúkt. Í fleiri norskum kommunum óttast løgreglan nakað nýtt, sum hevur tikið seg upp, nevniliga hetta at umbyggja bilarnar á ymsan hátt.
Hetta er eisini kent í Føroyum, bilarnir verða lækkaðir ? ?senkaðir?, sum tað verður kallað ? og breiðari dekk sett undir. Hetta er ?smart? og mong tykjast at halda, at bilurin fær betur vegfesti við breiðari dekkum. Men veruleikin er, at hann oftast verður torførari at stýra ? og koyrieginleikarnir verða heilt øðrvísi, tí koyri- og stýrieginleikarnir broyta seg nógv.
Serliga vandamikið er, tá sokallaðir ?aksilforleingjarar? ? t.e. millumstykkir millum trumluna og hjólið fyri at fáa hjólini longur út ? verða sett á bilarnar. Tá ?siglir? bilurin ofta á vegnum og er sera torførur at stýra.
Teir óroyndu bilførararnir varnast sjáldan hendan mun fyrrenn ferðin er vorðin ov stór, og tí vísa hagtølini, at tað sera ofta henda vanlukkur við ungdómum í tílíkum bilum. Norsku tølini líkjast nógv teimum føroysku, 70% av vanlukkunum henda um vikuskiftini, og flestu vanlukkurnar henda í heimakommununi.
Læni børnunum bilin!
Í Noregi er bæði vegamyndugleikin, løgreglan og ferðslutrygdarráðið farið í hernað móti hesum ?ókulturi?, sum tey nevna tað, millum tey ungu. Stovnarnir mæla foreldrum frá at hjálpa ungum at keypa gamlar bilar og at umbyggja teir.
Statens Vegvesen mælir foreldrunum til at kanna bilarnar, sum tey ungu koyra við og í, og heldur læna teimum teirra egna bil, ístaðinfyri at hjálpa teimum at fíggja eit gamalt vrak sum verður ístandgjørt og umbygt. Bilurin hjá foreldrunum er vanliga í betri standi og nógv tryggari hjá teimum ungu at koyra við.
Eisini vísir tað seg, at tey ungu koyra nógv varisligari í bilinum hjá foreldrunum, enn tey koyra við sínum egna bili.