Lønin frá Múrinum kemur

Soleiðis siga nakrir av tónleikarunum, sum enn ikki hava móttikið løn frá festivalinum við Múrin, hóast freistin var fríggjadagin. Fyrireikararnir við Múrin hava sent eitt teldubræv til tónleikararnir, ið framvegis ikki hava móttikið løn fyri teirra framførslur við Múrin. Í teldubrævinum stendur, at lønin er ávegis, og at hon verður útgoldin í seinasta lagið 1. September.

Fyrireikararnir staðfesta eisini í teldubrævinum, at tað ikki hevur gingið eins og ætlað við festivalinum, og at festivalurin hevur givið undirskot. Kortini ætla fyrireikararnir at gjalda lønina til tónleikararnir, ið framførdu við Múrin, og teir staðfesta í teldubrævi, at ein avtala er komin í lag, ið tryggjar, at tónleikararnir fáa tað, ið teimum er lovað.

 

Ein av tónleikarunum, ið framførdi við Múrin, men ikki enn hevur móttikið løn er Sjúrður Skaale, og hann sigur, at teir hava verið í samband við fyrireikararnir av festivalinum við Múrin, og Sjúrður staðfestir, at teir eru komnir til eina semju.

Tað hevur ikki eydnast at fingið fatur á fyrireikarunum av festivalinum við Múrin, men nú bendir á, at tað fíggjarliga kemur uppá pláss 1. September.