Í januar 2016 vóru 24.854 løntakarar. Tað eru 844 fleiri enn fyri einum ári frammanundan, svarandi til ein vøkstur á 3,5%. Vøkstur er í øllum høvuðsvinnubólkum, lutfalsliga størstur í byggivinnuni og tilfeingisvinnuni við umleið 6 prosentum - minstur í privatum og almennum tænastuvinnum við 2-3 prosentum.
Tá hugt verður eftir talinum av løntakarum árstíðarjavnað, vóru 25.310 løntakarar í januar í ár. Hetta eru 880 fleiri enn í januar 2015. Trendurin í talinum av løntakarum (t.v.s. rákið í langtíðargongdini) vísir framvegis somu javntveksandi gongd, ið hevur verið síðani fyrst í 2014.
Allir fýra høvuðsvinnubólkar geva umleið sama íkast til vøksturin. T.v.s. at verður samlaði vøksturin á 3,5% býttur út á teir fýra høvuðsvinnubólkarnar, geva teir allir fýra millum 0,8 og 1,0% til samlaða vøksturin.