Neyvan nakar kann læna 15 milliardir dollarar í ein mánað við 1,16 prosenti í rentu? Jú, um lántakarin eitur Goldman Sachs, og um lánveitarin eitur USA. Tað sæst í skjølum, sum amerikanski tjóðbankin hevur valt at almannakunngera, sjálvt um bankarnir hava mótmælt. Skjølini vísa, hvørjar treytirnar vóru, tá stórir amerikanskir og útlendskir bankar fingu lán í 2008, tá fíggjarkreppan var upp á tað ringasta.
Amerikanski tjóðbankin stúrdi fyri, at altjóða lánmarknaðurin fór at steðga upp og valdi tí at lata bankum nógvar milliardir dollarar í láni við sera lagaligum treytum. Fleiri bankar tóku av tilboðnum. Ein teirra var Goldman Sachs, sum lænti 53 milliardir dollarar frá mars til desember í 2008. Aðrir stórir lántakarar vóru Royal Bank of Scotland, ið lænti 70 milliardir dollarar, og UBS Securities í Sveis, sum lænti 56 milliardir dollarar.
Skjølini hjá tjóðbankanum, sum Bloomberg News almannakunnger, vísa, at bankarnir sluppu at taka stór lán í fýra vikur við óvanliga lágari rentu. Eitt nú lænti Goldman Sachs 15 milliardir dollarar frá tjóðbankanum í desember í 2008 við einari rentu, sum var 1,16 prosent. Seinni í sama mánað tók bankin aftur lán úr tjóðbankanum, og í onkrum føri var rentan bara 0,01 prosent, skrivar Bloomberg News.