Línubátatíðin

Henda frásøgnin um Tórhall og hansara ætt er fyrst og fremst søgan um húkamenn. Teir hava róð út. Teir hava verið við størri skipum, og teir hava verið við stállínuskipum. Tí eru teir ein partur av hesum partinum av okkara fiskiveiðusøgu, sum tað í veruleikanum ikki er nógv skrivað um

Eg havi sjálvur í FF-blaðnum savnað nakað nógv av tilfari um teir ymisku tættirnar í fiski­skap­inum.

Fyrst í 2003 gjørdist eitt frálíkt høvi til at skriva nakað um línu­báta­søguna, tá ið skipað varð fyri samkomu fyri menn, sum høvdu verið við Vesturhavinum Blíða. Hann var jú tann fyrsti stállínubáturin, sum kom til Før­oyar. Hetta var seinast í 1956.

Tá varð greitt frá forsøguni til línuskipini, eins og tað varð greitt frá lívinum við Vesturhavinum, sum samstundis stórt sæð er frágreiðing um lívið við øllum hinum línuskipunum.

Henda frásøgnin kemur í tveimum pørtum.

 

Kravið um endurnýgging av fiskiskipaflotanum

Um vit fara aftur til fyrrapartin av 50-unum, var føroyski fiskiflotin í einum vánaligum standi. Aftaná kríggið høvdu vit fingið ein hóp av gomlum koltrolarum, serliga út Bretlandi. Hesir høvdu skapað framburð fyrstu tíðina. Men sum frá leið versnaðu tíðir og umstøð­ur, og teir flestu fóru á húsagang og vórðu seldir sum gamalt jarn.

Eftir vóru sera fá góð skip. Megin­parturin av flotanum var gamlar sluppir, sum illa kundu geva fiskimonnum eina brúkiliga úrtøku. Hetta var ikki minst undirstrikað av teimum stóru verkføllunum hjá fiskimonnum, serliga í 1953 og 1954.

Slagorðið og kravið var “end­ur­nýgging av fiskiflotanum”. Sam­stundis fór ein stórur partur av føroyskum fiskimonnum til Íslands at fiska. Íslendingum tørv­aðu fiskimenn, og føroyingum tørv­aðu skip. Hesir tørvir hóskaði væl saman, og vit kundu loysa trupulleikar hjá hvørjum øðrum. Tískil vóru upp til 1.400 føroyskir fiskimenn árliga í Íslandi í 50-unum.

Hetta kundi tó bert vera ein bráðfeingis loysn. Føroyskir fiski­menn máttu fáa egin skip at fara við, og her máttu takast polit­isk stig. Hetta varð gjørt við í 1955 at seta á stovn Færøernes Realkreditinstitut, Realurin, sum skuldi veita fígging til ein nýggjan fiskiflota.

Samstundis varð gjørd ein stuðulsskipan, soleiðis, at tað almenna lat 20% í studningi til bygging av nýggjum skipum.

Eitt úrslit av hesum var, at vit í fyrsta umfari fingu brúktar, men góðar trolarar. Ein tann kendasti av hesum mundi vera Fiskanes.

 

Stig til at byggja línuskip

Men so tóku Højgardsmenninir á Toftum stig til at byggja eitt línuskip, og var hetta Vesturhavið Blíða, sum kom til Føroya um jóltíðir í 1956. Hetta var byrjanin til “línubátaepokuna” her á landi.

Hjá teimum fiskimonnum, sum høvdu verið við slupp, var Vestur­havið Blíða villasta luksus, sum hugsast kundi. Umborð á sluppunum kundu búgva upp til 12 mans í lugarinum. Her var eisini matgjørt og etið. Matgerðin fór fram á kolkomfýri. “Sanitera” útgerðin var eingin. WC var ein spann ella sjálv hekkan.

Nú vóru ikki fleiri enn 4 til 6 mans í hvørjum kamari. Teir 18 dekkararnir búðu har frammi í fýra kømurum. Teir høvdu eisini eitt felags wc og baðirúm. Yvir­menninir búðu har afturi undir nakað betri umstøðum. Har vóru 7 mans til eitt wc.

Etið var í eini nossligari messu har afturi, og matgjørt varð í eini serligari gallu við allari nútímans útgerð.

Av aðrari ævintýrkendari útgerð var sjálvstýrari. Tað gamla var, at menn skiftust um at ganga róður­tørn eina tíma í senn. Nú kundu menn síggja, hvussu rattið av sær sjálvum snaraði aftur og fram. Tað var sett til ein motor, sum buld­raði hvørja ferð, hann fór í gongd. Tí var hann av manningini kallaður “tarvurin”.

Og so hevði skipið radara, so tað kundi “síggjast” nógvar fjórð­ingar fram, sjálvt í tjúkkasta mjørka. Tað verður sagt, at reið­­arin ikki hevði hug at nýta ta stóru upphædd, sum tá var tal­an um, til slíkt “luksus”. Men skiparin segði, at vildi reiðarin ikki, so skuldi hann sjálvur gjalda fyri radaran. So langt kom tað ikki.

Men einki fæst fyri einki. Prísurin fyri ein slíkan línubát kundi fáa fólk at øtast. Hann var úti ímóti eini heilari millión! Samstundis sum ein “góð” slupp kundi keypast fyri kr. 60.000!

 

Dreymur at sleppa við línuskipi

Tað var sjálvsagt ein dreymur hjá einum og hvørjum fiskimanni, ikki minst teimum ungu, at sleppa við einum línubáti. Men hetta var ikki hvørjum manni beskorið. Tí ein ella bert fáir av hesum bátum gjørdi lítlan mun, tørvurin var jú stórur. Og tað vóru bert teir útvaldu, sum kundu fáa ein slíkan kjans sum hendan. Og teir, sum sluppu við, vóru mettir sum “hetjur” í síni bygd. At hugsa sær at sleppa við stállínubáti!

Her skal til stuttleika sigast frá, hvussu Osmundur Justinussen, sum er lorvíkingur, hevur upplivað hetta. Eitt kvøldið bankar uppá, og Jákup Andreas stendur í hurð­ini. Ørindini hjá honum var at fáa pápa Osmund, Tummas í Garði - teir kendust væl - at seta seg yvir um til Klaksvíkar, hagani hann skuldi fara við skipi til Noregs í samband við byggingina av Vesturhavinum Blíða. Osmundur, sum tá var 14-15 ára gamal, bøn­aði pápa sín um at biðja Jákup Andreas lova honum við sum kokkadrong!

 

Stór framstig, men...

Víst vóru línubátarnir stór fram­stig, men Vesturhavið Blíða var jú tann fyrsti av nógvum línuskipum. Her vóru vansar, sum vóru rætt­aðir seinni.

Hargarð Tvørfoss úr Norðragøtu var ein av teimum hepnu, sum slapp við Vesturhavinum. Hann minnist væl fyrsta túrin hann var við Vesturhavinum. Teir fóru til Ný Foundland, yvir á Flemish Cap. Skipið hevði bara frostgoymslu til 12 tons av agni, so teir máttu hava ein heilan kubba í lastini til agn. Tá ið teir so vóru komnir til fiskarí, var agnið í lastini longu byrjað at blotna. Hetta agnið mátti brúkast fyrst, áðrenn sett varð á frystilastina. Teir stóðu og egndu upptinaðan høgguslokk í einar 10 - 14 dagar. Tá vóru hend­urnar ógvuliga illa farnar. Teir fingu onki vatn at vaska sær í. Kranin bleiv stongdur, tá teir fóru frá landi í Føroyum, tí vatngoymslan var eisini avmark­að. So tað teir høvdu at bloyta fingrarnar við var at pissa í lógvarnar.

Seinni fingu skipini vatngerara, so mann fekk vaska sær. Somuleiðis hjálpti tað ómetaliga nógv uppá hendurnar, tá byrjað varð at egna í gummihandskum.

Við nógvum skipum brúktu teir tað, at tað varð gingið vakt og mennirnir skiftu, arbeiddu eina vakt á dekkinum, eina í skúrinum.

Við Vesturhavinum var tað ikki soleiðis. Tað vóru tveir menn, sum skiftust um at standa við rulluna og draga frá, ein avhøvdaði, fýra flaktu, ein ella tveir í lastini, rest­in av dekkarunum stóðu og engdu. Frívaktin lagaði seg mest eftir, hvussu tað gekk við dragingini, millum fýra og seks tímar um samdøgrið.

Men sum Hargarð sigur: “Vit vóru ungir og dámdu væl sjólívið, og tað var eitt ómetaliga gott samarbeiði. Tað var stórt nú at síggja allar skipsfelagaðarnar aftur, og at vit aftan á 40 ár kun­du taka í hendurnar á hvørjum øðrum og gleðast saman og minnast farna tíð, bæði til álvara og gaman.”

 

Fleiri og fleiri línubátar

So við og við komu fleiri og fleiri línubátar. Í 1957 komu Brestir og Beinir hjá Poul Hansen. Skip­­ar­arnir her vóru Júst í Túni og Eiler Jacobsen, sum eisini komu at skapa fiskivinnusøgu. Í 1958 kom Vesturvón við Eivind Niclasen sum skipara. Hes­in línubáturin kom at leggja grund­arlagið til trolaran við sama navni.

 

Eingin dagur til spillis

Línubátarnir høvdu eitt fast myn­st­ur hvat fiskiskapi viðvíkti. Teir gjørdu vanliga tríggjar salt­fiskatúrar á sumri, og um veturin vóru teir á ísfiskaveiðu, har tað varð selt í Onglandi, mest Grimsby.

Tað var drivið sera hart. Á salt­fiskaveiðu eru søgur um, hvussu fiskur varð koyrdur í hvørt hol. Tá var trivnaður ikki so høgt mettur sum í dag. Tí kundi henda, at baðirúmið hjá manningini varð fylt upp av saltfiski! Ein søga var eisini um, at wc-ið varð brúkt sum saltgoymsla. Men her hendi tað óhapp, at partur av saltinum kom at renna út gjøgnmum frálopið á wc-inum!

Á ísfiskaveiðu snúði alt seg um at koma til tann besta marknaðin til røttu tíðina fyri at fáa best møguligan prís fyri “kittið”, sum var vekteindin, sum var nýtt í Grims­by. Tí kundi tað henda, at skiparin gjørdi av snøgt sagt at kvetta línuna og at lata hana fara fyri skjeyti fyri at koma fram til røttu tíðina.

Tað fór ikki nógv tíð til spillis. Ligið var inni stytst møguligt. Hanus Hammer á Eiði greiður frá, at hann fór við Vesturhavinum Blíða 3. jóladag 1957. Á jólum 1958 hevði hann verið eina viku heima. Tá var tað ikki vanligt at taka sær frítúrar. Tað gjørdu rættir menn ikki!

 

Skjótt eingin trupulleiki at sleppa við línubátum

Men skjótt gjørdist eingin trupul­leiki at sleppa við línubátum. Tá vit koma inn í 1960-ini koma línubátar til landið í hópatali. Tá vóru eisini tikin enn fleiri politisk stig at fáa gongd á. Í 1960 vóru teir 10, í 1961 23, í 1962 30, í 1963 48 og í 1964 58 línubátar. Og orsøkin til, at tað ikki komu nógv fleiri var, at ein politisk bílegging í Belgiu av enn fleiri línubátrum fór fyri bakka.

Hetta gav jú flestu fiskimonn­um møguleika at sleppa við línu­skipum, um teir høvdu hug til tess. Manningartalið var fast 26 ella har á leið, so tað er lætt at rokna út, at her kravdist stór manning.

So tann, sum skrivar hesar reglur, fekk í 1962 møguleika at sleppa við Havørnini, sum eins og Nornagestur hjá Thorvaldi var ein franskbygdur línubátur, sum Weihe menninir í Søldafirði áttu. Eg var biðin á saltfiskaveiðu á heysti hetta ár. Roknað varð tá eisini við at sleppa á ísfkisk. Tað var jú isfiskaveiðan meira enn saltfiskaveiðan, sum gav pengarnar.

Vit fóru til Grønlands, vóru 80 dagar burtur, fingu 160 tons, sum var umleið uppí skipið. Avrokning var kr. 2.000 ella kr. 25 pr. dag. Tá var ein dagløn á landi í hvussu er omanfyri kr. 30. So sigast kann, at í mun til stríðið var lønin sera lág.

Tað varð eisini skjótt, at tað fór at knípa at fáa fólk. Í fyrsta umfari hjálptist hetta við at fáa grønlendska manning, sum var tikin umborð, tá ið skipini kortini veiddu undir Grønlandi. Nógvir av hesum grønlendingum komu heim við og blivu verandi í Føroyum.

Ein av teimum var Emanuel Petersen, sum nógv kendu. Hann var ofta á veg til Grønlands at búseta seg, men endaði altíð aftur í Føroyum, tí “jeg kan ikki undvære Færøerne”, hóast hansara lív í Føroyum ikki var at misunna nøkrum. Hann doyði eisini í Føroyum.

 

Móti endanum á línubátatíðini á saltfiskaveiðu

Tá vit so koma í miðjuna av 60-un­um vórðu nógvir av línu­bátunum bygdir um til kraftblokk, sum krav­di munandi minni mann­ing, og har úrtøkan gjørdist nógv størri.

Tá vit komu inn í 70-ini vórðu aðrir umbygdir til ídnaðarfisk, har tað kravdist enn færri fólk.

Tá vit komu inn í 90-ini, sveik høvuðsgrundarlagið fyri veiðu við línuskipum, nevniliga Flemish Cap, so tann gamla saltfiskaveiðan fór í søguna.

Men enn hava vit so nakrar av gomlu línubátunum, sum burturav eru á ísfiskaveiðu. Fyrstu árini var ísfiskur stórt sæð bert landaður í Bretland. Men so hvørt sum flaka­vinnan varð útbygd, fóru skipini at landa á Føroyum. Teir hava eisini verið grundarlagið fyri føroysku flakavirkini.

Sum við so mongum øðrum er lívið og tøknin við línubátum eisini nógv broytt. At egna hev­ur altíð verið roknað sum eitt møðsamt arbeiði. Tí var egn­ingar­maskina ein dreymur, sum tey fægstu tó trúu uppá. Men hon gjørdist veruleiki í 70-unum, og lætti hetta nógv um. Tá slapst av við stamparnar. Tá ið línubátarnir komu var ein manning uppá 26 roknað sum neyðug, eisini á ísfiskaveiðu. Nú er hon umleið ein helvt av hesum. Afturat hes­um ganga menn við línubátum tveyskiftisvakt. Hetta merkir alt, at bæði arbeiðsumstøður og inn­tøkur eru munandi betri í dag.