Línuskipini eiga landingarnar í Klaksvík

Seinastu tíðina er nakað av línufiski komið upp á land í Klaksvík, men ringu veðurlíkindini hava gjørt, at nógvir túrar hava verið smáir Í dag hevur línuskipið Grani landað í Klaksvík. Hendan túrin vóru teir undir Íslandi, og veiðan var sløk 140.000 pund á eini 12-13 setum. Ikki nakað rok, men brúkiligur fiskiskapur.

Av veiðini, sum býtir seg millum ymisk fiskasløg, var mest av longu, hýsu, brosmu og toski.

Línuskipið Fugltúgvan, sum landaði í gjár, hevur eisini verið undir Íslandi, men teir hava verið stytri har yviri.

Fugltúgvan hevði stívliga 60.000 pund, og veiðan hjá teimum býtti seg á leið yvir somu fiskasløg sum hjá Grana.

Línuskipini Kvik og Helena løgdu eisini smærri nøgdir av fiski upp í Klaksvík í gjár. Kvik hevur verið undir Føroyum og Helena á Íslandsrygginum. Teir høvdu ávikavist 13.000 og 7.500 pund hvør og høvdu millum eina og tríggjar setur í part.

Leygardagin var línuskipið Jákup B inni. Teir høvdu eisini gjørt eina roynd undir Føroyum í nakrar dagar. Jákup B hevði stívliga 30.000 pund.

Pól Fuglø, landingarformaður, sigur, at tað hevur viðrað illa hjá útróðrarbátunum í longri tíð, men í gjár hevði Líðhamar eini 5.000 pund av útróðrarfiski.

Útróðrarbátarnir hava ligið um 100 pund á línuna, onkur niðanfyri og onkur omanfyri.

- Eg haldi, at tað hevur verið heldur frægari við útróðrarfiski, sum heystið er liðið. Fittur partur av veiðini hevur verið gráur fiskur, men hetta veldst eisini um, hvat agn bátarnir egna, sigur Pól Fuglø.

Partrolararnir Navarin og Borgarin eru eisini til fiskiskap, men í morgun var ikki greitt, nær teir koma inn at landa.