Lær at gera film í Nóllywood

Nóllywood er navnið á árligum filmsskúla, sum er hvørt summar. Hesin er ætlaður ungdómi millum 14 og 18 ár og er tað Klippfisk, ið skipar fyri. Í ár verður filmsskúlin hildin á Háskúlanum í Havn í døgunum 30. juni til 7. juli.

 

Í skrivi siga fyrireikararnir, at Nóllywood er bæði fyri tey uttan royndir við filmsarbeiði og fyri tey, sum áður hava roynt seg við filmsarbeiði.

 

Tað eru Maria Winther Olsen og Rógvi Rasmussen, umframt aðrir gesta-undirvísarar, ið standa fyri undirvísingini, sum kemur at snúgva seg um, hvussu ein filmur verður til. Ógvuliga hóskandi endar skeiðið eisini við, at úrslitini verða víst á almennari sýning.

 

Meiri um filmsskúlan Nóllywood, tilmelding, kostna og so framvegis á klippfisk.fo

 

Mynd: skermprent úr filminum Duld sorg, sum var gjørdur í samband á Nóllywood filmsskúlanum í 2010