Lúr inn um

ì dag hevur Sosialurin fyri fyrstu ferð eitt serblað um heimið. Vit vitja í einum lekrum heimið, síggja hvussu tey kendu búgva og tey sum skullu seta búgv fáa góð ráð.

Eitt tað besta eg veit, er at hyggja, hvussu fólk hava inrættað sítt heim. Hvussu heimið sær út, vísir nógv, hvussu vit eru sum menniskju. Ì hesum blaðnum fáa tit høvið at hyggja inn í stovuna hjá fýra kendum føroyingum og gita hvør, sum býr hvar.
Tit sleppa eisini inn um hjá parinum Gislu og Christian Eli, sum hava inrættað teirra heim bæði persónligt og hugsjónaríkt.
Um tit so vilja broyta upp á tykkara egna heim, fáa tit nógv hugskot til tað.

Góðan lesihug!

Inna Tørnroos