Lærarafelag Handilsskúlans átalar embætisførslu fíggjarmálaráðharrans

Samráðingarnar millum Lærarafelag Handilsskúlans og fíggjarmálastýrið um ein føroyskan sáttmála eru slitnaðar.

Einki løgið er í tí, at samráðingar slitna ? tað hevur veirð reglan ehldur enn undantakið hesi seinastu árini.
Kortini er tað eitt mál, sum er sera løgið. Málið gongur aftur til 1988, tá ið blokkstuðulin kemur. Millum 1988 og 1992 setir mentamálastýrið 13 lærarar í starv á Handilsskúlanum. Í setanarskrivinum gevur mentamálastýrið teimum rætt til eftirløn, sum arbeiðsgevarin hevur skyldu at syrgja fyri.
Í 1998 váttar samráðingarleiðarin hjá fíggjarmálastýrinum munnliga, at hesa skyldu hevur arbeiðsgevarin forsømt, at fíggjarmálastýrið hevur skyldu til at veita hesum lærarum tilsagnarpensión, og at hetta var eitt mál fyri fíggjarmálastýrið at avgreiða. Hetta kundi gerast við eini løgtingslóg.
Tá ið Læararfelag Handilsskúlans biður um eina skrivliga váttan, er svarið nei.
Í 1999 hálsar fíggjarmálastýrið um og krevur, at Lærarafelag Handilsskúlans skal gera ein sáttmála við fíggjarmálastýrið fyrst, áðrenn teir 13 lærararnir kunnu fáa nakra eftirløn.
Hvat mistak hava hesir 13 samfelagsborgarar gjørt? Teir søktu starv á Føroya Handilsskúla í tíðarskeiðnum 1988 ? 1992. Teir fingu síni setanarskriv og hava trúliga og ábyrgdarfult røkt sínar skyldur hesi árini í teirri føstu trúgv, at arbeiðsgevarin eisini helt sínar skyldur.
Hví tekur so fíggjarmálaráðharrin hesar 13 borgarar sum gíslar?
Jú! Fyri 2 árum síðani gjørdi fíggjarmálastýrið ein sáttmála við Yrkisfelagið og Felagið fyri Sjómansskúlalærarar og Maskinskúlalærarar. Í hesum sáttmálum góvu hesi feløgini tilsøgn um at arbeiða við nýggjum arbeiðstíðarreglum, og miðað varð ímóti at seta tær í verk í august 2002.
Nú semja ikki fæst í lag um hesar nýggju arbeiðstíðarreglur, so skal Lærarafelag Handilsskúlans brúkast sum jarnbrot, og tað hava smaráðingarfólkini hjá fíggjarmálastýrinum heldur ikki dult fyri.
Tí er Lærarafelag Handilsskúlans møtt við ultimativum krøvum um høvuðsavtalu, nýggjar arbeiðstíðarreglur og ongum ? ella lægri lønarhækkingum enn hini feløgini á arbeiðsmarknaðinum.
Lærarfelag Handilsskúlan hevur heldur ikki frá umboð mentamálastýrisins í samráðnevnd fíggjarmálastýrisins fingið aðrar ábendingar enn, at mentamálastýrið tekur undir við hesum ódámliga framferðarhátti fíggjarmálastýrisins.
Vit kunnu staðfesta, at 13 fullkomiliga ósek fólk skulu bøta fyri hetta, og tað er sera álvarsamt.
Hetta eru ófrættakend boð at fáa frá landsins myndugleikum, sum áttu at havt rættvísi og virðing fyri landsins borgarum í sínum skjaldramerki.
Lærarafelag Handilsskúlans metir hetta sum valdsmisnýtslu, og embætisførsla fíggjarmálaráðharrans eigur at verða kannað og eigur eisini at fáa avleiðingar, um niðurstøðan er tann sama, sum Lærarafelag Handilsskúlans er komin til.