Farna skúlaár høvdu umleið tíggju prosent av teimum lærarunum, sum undirvísa í føroyska fólkaskúlanum, ikki útbúgving sum lærarar. Hetta talið er sera høgt, og einki bendir á, at hesi hagtøl verða hugaligari á at líta komandi skúlaár. Farna skúlaár starvaðust 708 lærarar í fólkaskúlanum.
Skúlar kring landið hava havt trupult við at finna lærarar við útbúgving, og ringasta dømi er kanska Vestmanna skúli, har nærum triði hvør lærari undirvísir uttan útbúgving.
Fleiri størv
Elsa Birgitta Pállsdóttir Petersen er formaður í Føroya Lærarafelag, og hon nevnir fleiri faktorar, sum elva til henda trupulleikan.
? Tann semjan, sum vit gjørdu í apríl 2000, hevur við sær, at fleiri størv eru í fólkaskúlanum. Vit kravdu meira tíð til at loysa tær uppgávur, sum nýggja fólkaskúlalógin álegði, sigur Elsa Birgitta. Tað hevur við sær, at fleiri fólk skulu setast í starv innan fólkaskúlan.
Hon vísir eisini á, at støðufesti hjá lærarunum ikki er eins gott í góðum tíðum. Starvið sum lærari er trygt, og lærarar eru ikki bangnir fyri ikki at fáa starv sum lærari aftur. Lønin hjá einum lærara er heldur ikki serliga høg, og tí søkja fleiri lærarar starv aðrastaðni innan tað privata vinnulívið.
Lønirnar í fólkaskúlanum eru tískil ikki nóg kappingarførar, og tað er ein av orsøkunum til, at trot er á lærarum.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag sigur, at lærarastarvið er um at gerast eitt konufólkastarv burturav, tí tað eru serliga menninir, sum jagstra hægri lønir.
? Tað er ein sannroynd, at mannfólk heldur fara eftir hægri lønum, um teir fáa møguleikan. Tað vísir seg, at kvinnur eru nøgdar við eitt starv, sum ikki gevur eins nógv, og tí eru fleiri kvinnur enn menn í fólkaskúlanum. Hon nevnir skúlan á Giljanesi í Vágunum sum eitt dømi um ein skúla við nógvum kvinnuligum lærarum.
Tveir flokkar
Komandi skúlaár vera tveir flokkar tiknir inn á Læraraskúlanum í Havn. Skúlin hevur ikki havt tveir flokkar síðan 1977. Hetta vísir tann stóra tørvin á fólkaskúlalærarum. Tað ber hinvegin ikki til at taka tríggjar flokkar inn, tí Læraraskúlin hevði helst ikki fingið trupulleikar við at fáa nóg nógvar lærarar til skúlan.
? Eg haldi, at Læraraskúlin skuldi fingið betri umstøður, tí hann hevur trongligar umstøður at húsast undir, sigur Elsa Birgitta.
Hon sigur samstundis, at tørvur er á lærarum í lærugreinum, sum mannfólk vanliga hava so sum alis- og evnafrøði, rokning og støddfrøði.
Hon nevnir at enda, at teir ungu lærararnir ikki hava hug at vera á einum stað í fleiri ár. Teir vilja hava broyting í lívinum og skifta tí starv av og á. Fyrr var vanligt, at lærarar eftir eini 4 ella 5 ár funnu sær eitt starv og vóru síðani í trúgvari tænastu restina av lívinum.