Ó-lýsingin

Føroysku mjólkarpakkarnir hava skift snið, og lýsingarnar fyri hetta átakið hava mýkt smílikullurnar hjá mongum føroyingi bæði úti og heima. Sjónvarpslýsingarnar við tí sjálvironiska Carl Jóhan Jensen ferðast nevniliga í ringrás á netinum.

- Vit gjørdu eina ó-lýsing ella eina anti-lýsing, sigur Jan Berg Jørgensen frá Reproz, og heldur, at litríkasti persónur í Føroyum í løtuni man vera Carl Jóhan Jensen

LÝSINGAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
 
 
 
Hjá eini lýsingafyritøka er altíð neyðugt at leggja høvdið í blot. At stinga fingurin í jørðina, sum tað kallast. At merkja, hvat rørist í fólkasálini, so tað fangar!
Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu slíkt eydnast.
Í hesum døgum ferðast ein føroysk lýsing fyri mjólk ikki bara á skíggjanum hjá Kringvarpinum, men eisini yvir um landamørk á internetinum.
Vit tosa sjálvandi um ta nýggju lýsinginarherferðina hjá MBM, har rithøvundurin og ummælarin Carl Jóhan Jensen hugleiðir um føroyingar, broytingar og biður Mjólkarvirkið um at gevast. Speiið og skemtið er eyðsæð, og tað er ikki ofta, vit síggja føroyskar høvundar í slíkum leiklutum.
Jan Berg Jørgensen hevur framleitt lýsingarnar fyri Reproz. Hann sigur, at prosessin, at broyta eitt so gerandisligt fyribrigdi sum ein mjólkarpakka, ið øll hava samband við hvønn dag, er drúgv.
- Vit vóru í holt við hetta í fleiri mánaðir, sigur Jan Berg Jørgensen, ið hevur gjørt lýsingarnar saman við Niels Arge Galan og Allan Dalsgarð. Teir hugdu seg um í okkara grannalondum og kannaðu, hvussu mjólkarpakkar síggja út har og hava verið í samband við sonevndar fokusbólkar.
Jan Berg Jørgensen undirstrikar, at endamálið við lýsingunum ikki er beinleiðis økt søla, men at gera vart broytingina í sniðinum á mjólkarpakkunum.
 
 
Uppvaksin á Meiarínum
 
 
- Tað er týdningarmikið við reaktiónum, greiðir Jan Berg Jørgensen frá og sigur, at tá slíkar broytingar fara fram, eru altíð 20% av fólkinum neilig, 20% jalig 60% líkaglað. Tey 20% neiligu prosentini kunnu tó rópa hart og ávirka tey líkasælu 60 prosentini.
- Tí gjørdu vit eina ó-lýsing ella eina anti-lýsing, sigur Jan Berg Jørgensen, og heldur, at litríkasti persónur í Føroyum í løtuni er Carl Jóhan Jensen.
- Hann býtir fólkið, og við at taka ein persón, sum tey flestu fyrihalda seg negativt til, ger tað kanska, at tey fyrihalda seg positivt til mjólkina, samstundis sum tey kunnu flenna at tí, og Carl Jóhan fær høvi at vera sjálvironiskur, sigur Jan Berg Jørgensen.
Harafturat er Carl Jóhan Jensen uppvaksin á Meiarínum, umframt at tað fagurfrøðiliga í lýsingini hellir seg at sendingini “Ymisk lív”, sum varð send í Sjónvarpinum herfyri. tað ger tað heldur ikki verri , at okkurt av tí, hann sigur, minnir um eitt nógv umrøtt ummæli, sum stóð í Sosialinum fyri stuttum, har hann bað ein kvinnuligan rithøvund gevast at skriva. Eisini verður spælt uppá, at talan er um eina broyting á yvirflatuni, men mjólkin, innihaldið, er óbroytt, metir Jan Berg Jørgensen.
 
 
Biip-lýsing
 
 
- Vit tóku upp í einar tveir tímar, og prátaðu um alt frá føroyskari mentan, føroyskum politikki og føroyskum sniði, sigur Jan Berg Jørgensen, og sigur, at Carl Jóhan Jensen bæði varð leikstjórnaður av fólkunum frá Reproz og skrivaði okkurt av tilfarinum sjálvur.
- Vit royndu at fáa hann at práta natúrligt og royndu ikki at fáa hann at banna, men um hann so bannaði, bleiv tað tann fyrsta føroyska biip-lýsingin, sigur Jan Berg Jørgensen, ið leggur afturat, at tað er truplari at gera sonevnd storyboard í dokumentar-sjangruni, har fólk fáa fríari spæl, enn í fiktión.
 
 
Í mars kann tað vera ov seint
 
 
Sum nevnt varð endamálið at skapa sokallaða “attention”, sum framleiðarin á Reproz málber seg, og ikki at økja beinleiðis um søluna, av tí MBM so at siga ikki kappast um mjólkarsølu her á landi.
- Carl Jóhan Jensen var beinanevegin við upp á tað, men bara tí at tað var mjólk, og kanska tí eisini tí, at her var samanfall við Meiaríið.
- Hann trúði upp á hugskotið frá byrjan, fortelur Jan Berg Jørgensen. Harafturat var neyðugt at fáa hesar lýsingarnar gjørda nú, tí Carl Jóhan Jensen er innstillaður til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sum verður handað í mars, og er hetta fyrstu ferð í nógv ár, Føroyar hava ein reellan kjans at vinna, sigur Jan Berg Jørgensen.
- Og tá vildi verið ov seint at farið brúkt hendan rithøvundin.
Eitt, sum eisini er sermerkt við hesi lýsingargerferðini, er, at bæði eintøkini vórðu løgd á heimasíðuni YouTube.com. Hetta varð gjørt sum ein roynd fyri at vita, um hon fór at spjaða seg, og fyri at vinna royndir á hesum økinum. Hendan royndin má sigast at hava eydnast, tí tað tykist, sum hear lýsingarnar eru farnar allan mjólkarvegin í tykisrúmdini, har Carl Jóhan Jensen biður MBM gevast at broyta pakkarnar, sum mynda hvørt køksborð í Føroyum.