VERKBANN
Í áheitan á limirnar, varð sagt, at nú samráðingarnar við manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar eru endaðar úrslitaleysar, og sáttmálaloysi er millum partarnar, hevur reiðarafelagið avgjørt, at biðja skip, sum eru limir í felagnum og eru til fiskiskap, um at koma til lands.
Skipini skulu gera tovið ella setuna lidna og síðan sigla til lands.
Hetta var stutta áheitan Føroya Reiðarafelags – og hon var ikki til at misskilja.
Støðan millum reiðarar og manningarfeløg tykist rættiliga fastløst, og eingin er í løtuni førur fyri at meta um, hvussu drúgt verkbannið kann gerast.