Læt bara stuðul til eitt virki í fjør

Síðani Framtaksgrunnurin varð stovnaður í 1994, hevur hann latið stuðul til sjey verkætlanin

Framtaksgrunnurin játtaði bara stuðul til tvær verkætlanir í fjør.

Men síðani varð tann eina tikin aftur

Hetta framgongur av ársfrágreiðingini hjá Framtaksgrunninum, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Framtaksgrunnurin varð stovnaður í 1994 við tí endamáli at geva føroyskum vinnulívi eitt skump frameftir við at gera íløgur í verkætlanir av ymsum slag.

Orsøkin til, at grunnurin varð stovnaður, var, at tað var sera trupult at fáa føroyingar at seta pening í vinnulívið.

Og síðani tá hevur hann gjørt íløgur í sjey verkætlanir.

Tilsamans hava hesar íløgurnar verið upp á 114,7 milliónir.

Í fjør játtaði grunnurin bara tær umsóknir, men síðani er tann eina tikin aftur.

Grunnurin sigur, at talið á umsóknum til grunnin er munandi fallið seinastu árini.

Men í hesum sambandi skal havast í huga, at nú fær grunnurin sjálvdan umsóknir, sum mugu vísast aftur av tí at tær ikki lúka treytirnar í viðtøkunum fyri grunnin.

Umsóknin, sum varð gingin á møti í fjør, var frá ?Ting Form?, sum hevur til endamáls at menna, gera og selja sansamennandi leikur til børn.

Felagið mennir sjálvt leikurnar, og tær eru seldar til fleiri føroyskar stovnar.

Men ætlanin er royna seg á útlendska marknaðinum eisini, bæði í Danmark og í hinum Norðurlondunum.

Marknaðurin, sum tey hugsa um, eru stovnar til børn millum 0 og 6 ár.

Framtaksgrunnurin eigur 40% av partapengunum í ?Ting Form?, sum Oyvindur av Skarði stendur fyri. Tey eru bara tvey fólk í felagnum.

Hini felgini, sum grunnurin eigur pening í, eru Fiskasølan og Fiskavirking, sum grunnurin eigur 100%.

Harafturat kemur felagið Deep Sea Ltd á Tvøroyri við Gudmund Mortensen, sum grunnurin eigur 47,4% í.

Felagið eigur og rekur Nim, sum hevur loyvi at fiska havtasku við gørnum og at fiska krabba. Felagið hevði 1,2 millión í yvirskoti í fjør eftir skatt. 12 fólk arbeiða hjá felagnum

Fimta felagið er Bergfrost í Fuglafirði við Jógvan S. Simonsen. í tí felagnum eigur Framtaksgrunnurin 46,7%.

Felagið hevði 216.000 í vinningi í fjør eftir skatt.

Endamálið við felagnum er at hava frystigoymslu og annað virksemi í tí sambandinum. Bergfrost hevur sjey starvsfólk.

Sætta felagið er Tøting í Gøtu við Ólavi Gregersen.

Tøting hevði 50.000 krónur í vinningi aftaná skatt í fjør.

10 fólk arbeiða hjá Tøting, sum bindur troyggjur, undirklæðir o,a.

Tað mesta verður selt í Føroyum, men arbeitt verður við at finna marknaðir uttanlands.

Og sjeynda felagið, sum Framtaksgrunnurin hevur sett pening í, er Miðalberg í Vági, men tey partabrøvini, vórðu, sum nevnt, seld aftur.


Avlop uppá 33,9 mió

Annars hevði Framtaksgrunnurin eitt avlop uppá 33,9 milliónir í fjør, aftaná skatt. Áðrenn skatt var avlopið 37,8 milliónir. Á nýggjárinum var Eginpeningurin hjá Framtaksgrunninum 124 milliónir.

Nevndin í Framtaksgrunninum sigur, at umleggingarnar í sambandi við avtaluna ímillum Landsstýrið og donsku stjórnina, komu beint í hølunum á, at tey formligu viðurskiftini í viðvíkjandi konverteringina av lánspeningi til eginpening í sambandi við solvenstrupulleikarnar í 1997, skuldi fást í rættlag

Alt hetta arbeiðið hevur tikið meiri eitt ár at fáa í rættlag, og tað hevur darvað arbeiðnum rættiliga nógv. M.a. hevur grunnurin ikki kunnað tikið lut í eini verkætlan, sum hann annars hevði játtað pening til.Broytingarnar eru m.a. at øll nevndin nú skuldi veljast í Føroyum og at hann verður skrásettur sum vinnurekandi grunnur.

Framtaksgrunnurin heldur, at tær stóru uppgávurnar, sum hann hevði í fyrstuni, eru nú loystar.

Framyvir verða uppgávurnar at menna vinnulívið, serliga á tøknifrøðiliga økinum. Hetta merkir tó ikki, at fiskivinnan skal vera við skerdan lut.

Annars heldur nevndin, at tað hevur týdning, at partapeningurin í eini verkætlan er hóskandi og at fremmandafíggingin og rentutrýstið eru so lítil sum gjørligt.øroyum í høvuðsvinnu okkara.

Men í ársfrágreiðingini hjá grunninum, staðfestir hann, at tey fíggjarligu úrslitini hjá teimum báðum dóttirfeløgunum eru nú so mikið fræg, at tað er rætt at fara at arbeiða við møguleikanum at privatisera tey.

Bæði feløgini høvdu yvirskot í fjør.

Fiskasølan hevði ein umsetning uppá 788 milliónir í fjør.

Úrslitið hjá Fiskasøluni í fjør var eitt yvirskot upp á 16 milliónir eftir skatt. Men av teimum, eru 11 milliónir vinningur, sum fiskasølan fekk burturúr at selja húsið Yviri við Trond. Eginognin var góðar 48,4 milliónir.

Tað arbeiða 41 fólk á Fiskasøluni.

Fiskavirking hevði ein umsetning uppá 558,6 milliónir.

Úrslitið hjá Fiskavirkin í fjør var eitt yvirskot uppá 18,2 milliónir eftir skatt. Avlopið av sjálvum rakstrinum var 16,3 milliónir.

Tann 31. desember í fjør var eginognin hjá Fiskavirking 72,5 milliónir.

564 fólk arbeiða í Fiskavirking.

Somuleiðis vænta bæði feløgini at fáa yvirskot aftur í ár.

Nevndin í Framtaksgrunninum er greið yvir, at eitt einsamalt gott ár er eitt nakað veikt grundarlag hjá privatum íleggjarum at meta út frá.

Men hon heldur kortini at tað er rætt at arbeiða við eini privatiseringsætlan við tí m væntaða, góðum úrslitinum í ár í huga.

Endamálið við Framtaksgrunninum er at seta pening í nýggjar verkætlanir, ella at seta pening í virki fyri at víðka virksemið í fyritøkum, eisini fyritøkum, sum hava verið fyri týðandi umskipan, ella skuldarumlegging.

Tá ið hesar vísa seg at vera burðardyggar, skal grunnurin selja framdar íløgur aftur.

Í fjør seldi Framtaksgrunnurin síni partabrøv í einari fyritøku.

Tað vóru partabrøvini í Miðalbergi í Vági, sum eigur nótaskipið Saksaberg.

Íløgan var uppá 2,15 milliónir og hon varð seld aftur fyri 3,8 millión.

Og tað heldur Framtaksgrunnurin var ein nøktandi vinningur.