KÍF hevur spælt fleiri góðar dystir í ár, og teir hava millum annað fingið trý stig frá FM-favorittunum úr H71.
Sunnudagin var tað Neistin, sum stóð á skránni, men her megnaði liðið úr Kollafirði ongantíð veruliga at koma ígongd, og teir taptu móti Kára Mortensen & Co.
Serliga byrjanin var sløk hjá KÍF, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 11-4 til Neistan. Tað sá ikki gott út, men so tók útiliðið time-out, og eftir tað fór at ganga eitt sindur betur. Teir minkaðu niður í 11-7, men nærri komu teir ikki í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var tað eisini KÍF, sum kom betur frá byrjanini, og teir nærkaðust heimaliðnum í stórum. Men við støðuni 16-14 fekk Neistin ferð á aftur, og tvey mál var tað nærmasta, kollafjarðarliðið kom havnarmonnunum.
Móti endanum hóttu teir aftur eitt sindur, og tá seks minuttir vóru eftir, stóð 23-20 til Neistan, men KÍF fekk ikki fleiri mál, og so vann Neistin 26-20.
Tað var ikki tað sama flogið yvir KÍF-spælinum, sum vit hava sæð fyrr í ár, og ongantíð sá tað veruliga út til, at teir fóru at fáa nakað burturúr dystinum sunnudagin.
Hjá Neistanum gongst hinvegin væl í løtuni. Spælandi venjarin Andreas F. Hansen hevur styrkt um liðið, og hann hevur eisini arbeitt við hepnari hond undir venjingini. Neistin er framvegis væl við í kappingini, og í summum av dystunum hava teir heldur ikki havt eydnuna í teirra parti.
Men kappingarárið hjá Neistanum er eitt tað besta í nógv ár, og tíðin, har teir vóru fastir stiggevarar í deildini, er farin. Tað sæst eisini aftur í áskoðaraundirtøkuni, sum er størri í ár enn hon hevur verið leingi. Tað er aftur blivið áhugavert at síggja Neistan spæla, tí tað nú ikki ber til at siga frammanundan, hvussu tað fer at ganga.
Hjá KÍF, sum saman við júst Neistanum lá í botninum av kappingini í fjør, er støðan nakað tann sama. KÍF hevur ikki rokkið heilt tær somu hæddirnar sum Neistin í ár, men heldur ikki teir hava altíð verið so hepnir. Men nýggju spælararnir tykjast vera falnir væl til, og teir hava stóran týdning fyri liðið. Tá teir ikki eru 100 prosent, sæst tað tí eisini aftur, so sum vit sóu móti Neistanum sunnudagin.