Minsta arbeiðsloysið er í Vága sýslu við 0,8% og tað mesta í Suðuroy við 4,4%, vísa seinastu tølini frá Hagstovuni.
Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Vága sýslu við 0,8%, Norðoya sýslu við 1,0% og Norðstreymi við 1,2%.
- So er eitt lítið glopp upp til Sandoyar sýslu við 1,4%, Eysturoyar sýslu við 1,5%.
- So er aftur eitt glopp upp til Suðurstreym við 1,9%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,4%.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,5% og monnum í Norðoya og Sandoyar sýslum við 0,8%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,2%.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið minkað hetta 12-mánaðar skeiðið – uttan í Eysturoyar sýslu, har tað er óbroytt 1,5%. Størsta minkingin er í Vágum úr 1,9 niður 0,8%.
Minsta arbeiðsloysið við 1,2% er í aldursbólkinum 45-54 ár og hægst hjá teim 25-34 ára gomlu við 2,2%. Ein lutfalsliga stórur partur av hesum 25-34 ára gomlu eru skrásett sum arbeiðsleys eftir forsorgarlógini.
Annars er ikki so stórur munur millum aldursbólkarnar.