Føroyar hava fyri fjóðru ferð søkt um fullan limaskap í Norðurlanda Ráðnum.
Hetta er gjørt í sambandi við, at Ráðið hevur sín 68. ráðsffund í Keypmannahavn. Løgmaður tosaði seinnapartin um umsóknina, men danska undirtøkan fyri uppskotinum var onki at reypa av.
Tað sær út til, at hetta er komið eitt sindur óvart á bæði danir og onnur og tey tí royna at beina málið til viks, fyri at vinna nakað av tí, áðrenn tað fær eina veruliga viðgerð. Onkur helt, at hetta mál er so háttað, at ein loysn mátti finnast á málinum millum Føroyar og Danmark fyrst.
Føroyar hava umsóokn um at fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska Ráðharraráðnum