Lítil eftirspurningur eftir fígging

- Eftirspurningurin eftir fígging er lítil, og samlaðu útlánini eru minkað í tráð við, at húsarhald og vinnufyritøkur gjalda niður skuld heldur enn gera íløgur, sigur Búskaparráðið í nýggju frágreiðingini.

Gjaldførið hjá føroysku peningastovnunum er sum heild gott, og útboðið av fígging er í løtuni neyvan tað, ið í størstan mun darvar vøkstri í útlánum, heldur Búskaparráðið.

Forstjórin í Eik staðfestir, at síðani 2008 hava fólk og fyritøkur verið meira varin og hava í størri mun goldið lán niður og spart saman. Hetta hevur havt við sær, at aktiviteturin í samfelagnum er minkaður.

- Peningastovnarnir hava sjálvandi verið eitt sindur meira varnir eisini, og Eik kemur jú frá eini heilt serligari støðu, men vit vilja gjarna læna pengar út til góð hugskot, og vit eru altíð positivt sinnað mótvegis góðum hugskotum, sigur Suni Schwartz Jacobsen.

- Hálvársroknskapurin hjá okkum vísur, at minkingin í útlánum er steðgað, men vit kundu hugsað okkum at lænt meira pengar út, sigur hann.