Hesa vikuna væntar Fiskamarknaður Føroya ikki nógvan línufisk, tí nógv línuskip landaðu í síðstu viku. Tó skuldi eitt skip landa í dag og kanska tvey seinni í hesi vikuni.
- Øll trý skipini hava mest av brosmu og longu, og talan er bara um smáar nøgdir av øðrum fiskasløgum.
Av línuskipunum, sum vóru inni í síðstu viku, fóru fleiri ætlandi útaftur seinasta vikuskifti, og Fiskamarknaðurin heldur, at kanska kemur okkurt skip, sum fiskar tosk og hýsu, inn aftur at landa longu seinast í hesi vikuni.
- Streymurin verður góður, men veðurvánirnar fyri hesa vikuna eru ivasamar. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski. Tað, sum kemur, verður helst toskur og hýsa.
Bæði hjá djúpvatnstrolarum og partrolarum er fiskiskapurin smáligur, men skipini koma inn so hvørt, sum tey eru liðug við túrarnar.
Seinasta fíggjadag lógu allir trolbátarnir, men teir loysa aftur, tá veðurvánirnar gerast betri. Væntandi er, at trolbátarnir fara út á Skeivabanka at royna eftir havtasku.
- Trý garnaskip eru til fiskiskap. Eitt fiskar svartkalva eystan fyri og landar helst seinast í vikuni. Ein fiskar havtasku og landar væntandi miðskeiðis í hesi vikuni. Tað triðja skipið fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð, sigur Fiskamarknaður Føroya.