Allan Simonsen, landsliðsvenjari, ætlaði upprunaliga at hava tvær venjingar leygardagin. Men eftir venjingina fríggjakvøldið var avrátt, at tað bara skuldi venjast leygarmorgunin klokkan ellivu. Hópurin var eitt sindur tyngdur, tí Todi Jónssn hevði fingið ein løst í lærið, og John Petersen hevði tað heldur ikki ov gott í øðrum knænum.
Leygarkvøldið var landsliðið á Svangaskarði, har teir ótu døgurða og hugdu at dystinum ímillum Ísland og Danmark. Eingin ivi var um, hvørjum Allan Simonsen tók á við, men millum spælararnar vóru kenslurnar ymiskar. Summir tóku á við Danmark, og um í hvussu so er teir, sum spæla í Íslandi, tóku á við grannum okkara fyri vestan, so var tað ikki so undarligt.
Danmark vann 2?1. Morten Olsen og hansara menn vóru lættir um hjarta. Teir høvdu roknað við, at uppgávan fór at verða torfør, og tað stóð eitt sindur á síðstu løtuna, men eingin ivi var um, at sigurin var uppiborin. Íslendingar spældu ikki væl, og Allan Simonsen hevði góðar møguleikar at sammeta avrikini hjá Føroyum og Íslandi ímóti Danmark.
? Íslendingar eru frammanfyri okkum á altjóða listanum. Leygarkvøldið hevði eg saman við spælarunum ein fínan møguleika at staðfesta, at teir spæla ikki betri fótbólt, enn vit gera. Okkara fótbóltsspæl hekk betri saman ímóti Danmark, enn teirra gjørdi.
Hví eru teir so frammanfyri Føroyar á altjóða listanum?
? Tað er ein sera áhugaverdur spurningur. Tað snýr seg um royndir og álit á egnum evnum. Íslendingar hava fleiri ferðir vunnið og spælt javnt ímóti teimum stóru. Teir eru ikki nøgdir við at tapa tepurt ímóti t. d. Fraklandi og Russlandi. Tað er hugburðurin, sum ger munin. Nú fingu vit eitt gott úrslit ímóti Slovenia. Men vit mugu ikki verða nøgdir fyrrenn vit vinna, heldur Allan Simonsen.
Fyrrverandi danski landsliðsmaðurin heldur, at tað væl kann hugsast, at onnur lið í bólkinum hjá Danmark fara at missa stig á Laugardalsvøllinum.
Næstu ferð skal Danmark spæla ímóti Norðurírlandi. Tað var um reppið, at norðurírar heilkiksaðu á heimavølli. Teir vunnu 1?0 ímóti Malta. Innskifti Phil Gray skoraði, tá 20 minuttir vóru eftir. Malta var óheppið ikki at koma á odda longu í 4. minutti. George Mallias sendi í stólpan og aftur í málteigin.
Kekkia vann 1?0 í Bulgaria, og teir mugu saman við Danmark metast sum greiðir favorittar í bólkinum.