Í viðmerking, sum varð prentað í bløðunum herfyri, ber formaðurin í Landsfelag Pensjónista fram, at felagið ikki hevur fingið uppskotið um Heilsutrygd til ummælis.
Hetta er ikki rætt. Landsfelag Pensjónista fekk uppskotið til ummælis 13. oktober - sama dag, sum aðrir ummælispartar. Landsfelag Pensjónista hevur eisini greitt úr hondum eitt vala svar, sum var Heilsumálaráðnum í hendi tann 26. oktober, og eru fleiri av viðmerkingunum tiknar til eftirtektar. Stóra tøkk fyri tað.