Lítil undirtøka til Náttarravnar í Eysturoynni

Fríggjakvøldið hildu Náttarravnarnir úr Havn ein fund á Glyvrum fyri foreldrum at tannáringum í Eysturoynni. Ætlanin var at stovna eitt lið av Náttarravnum í Eysturoynni, men undirtøkan var ikki nóg stór til, at eitt nýtt lið kundi stovnast.

- Tað vóru bert 8 foreldur á fundinum, og hetta er ikki nóg mikið til at stovna eitt lið av Náttarravnum, sigur Ásvør Højgaard, formaður í Náttarravnunum í Havn.
- Tað skulu í minsta lagi vera 12 vaksin, fyri at vit kunnu stovna eitt lið. Náttarravnarnir eru altíð tríggir saman, tá vit ganga úti í vikuskiftunum, og um tað eru 12, skulu tey út einaferð um mánaðin, og tað er ræðuliga tungt. Í Havn eru vit 43, og tað er nóg tungt hjá okkum.
- Runavíkar kommuna stuðlar okkum, men vit fara ikki at hava ein fund í Eysturoynni aftur, fyrr enn foreldrini sjálv eru klár til tað, sigur Ásvør Højgaard.