Kina sáar nú iva um møguleikarnar fyri einari bindandi semju millum ídnaðarlondini og menningarlondini um, hvussu altjóða samfelagið skal tálma veðurlagsbroytingunum. Kinesiski umboðsmaðurin í veðurlagstingingunum, Yu Qingtai, segði í morgun, at í veruleikanum eru møguleikarnir fyri einari semju smáir.
Hann heldur ikki, at tey stóru londini eru sinnað at slaka nóg mikið í teimum ósemjunum, sum gjørdu, at so lítið kom burtur úr ST-ráðstevnuni í Keypmannahavn.
Tí eru vánirnar undan ráðstevnuni í Meksiko seinni í ár heldur ikki tær bestu, sigur hann.