Hetta sæst m.a. eisini av, at metøking er í nøgdini av bussum og stór øking í talinum av lastbilum og vøruvognum, samstundis sum talið av persónbilum sjálvandi eisini er økt hesi seinastu árini.
Hetta er eitt úrslit av vælferðini og av, at virksemið í landinum er økt.
Tann nógva koyringin (og ikki spesielt dieselbilarnir!) ger ivaleyst, at nøgdin av CO2 útláti økist.
Tíbetur hava vanlig fólk ofta valt bíligara háttin at ferðast, nevniliga at keypa dieselbilar.
Lat okkum nú siga, at tey, sum hava keypt sær dieselbil, heldur koyrdu í bensinbilum, so var CO2 útlátið, um koyringin annars var tann sama, økt uppaftur meira enn tey 54%, sum tú nevnir.
Hví so fara eftir manninum (honum, sum koyrir í dieselbili), tá ið tit heldur áttu at farið eftir bóltinum.
Tíðindini sunnumorgunin kundu tí ljóða, at tað er ikki óhugsandi at almenni avgjaldspolitikkurin í staðin fyri at økja heldur hevur minkað um CO2-útlátið. Hetta var tað, eg royndi at greiða tykkum frá. Og hetta er eisini hent, hóast tingmenn herfyri samdust um at seta avgjaldið á bensini niður við stórari upphædd!
Í míni viðmerking royndi eg ikki at dylja, at dieselbilar eins væl og bensinbilar dálka umhvørvið, men tá ið tað snýr seg um CO2 útlát, og tað var hetta tíðindini hjá tykkum snúðu seg um, dálkar ein dieselbilur vanliga minni enn ein bensinbilur, um støddin annars er tann sama. Og hetta varð eisini váttað í eini samrøðu, sum tit høvdu við eitt FDM-umboð.
Tit í ÚF vita líka væl sum eg, at tað skal eitt "punch" til fyri at fáa lurtaran at vakna.
Tí eru tíðindi mangan so tunn, tá ið saman um kemur. Nógv er óviðkomandi tíðarspilla og ógrundaður panikkur, samstundis sum onnur týðandi mál als ikki verða tikin upp á tungu (kanska tí at umstøður ikki eru til tess).
Eg fari at enda við at siga, at skulu vit ganga eftir tykkara logikki (og kanska eisini logikkinum í kanningini, sum eg ikki havi sæð), so eru tey, sum koyra í bensinbili antin býtt, ella eisini eru tey serliga góð við umhvørvið, tí teimum stendur eisini í boði at keypa sær dieselbil.
Men man tað nú vera so einfalt?