Tveir amerikumenn komu í morgun til Føroya í lítlum flatbotnaðum báti. Teir eru komnir úr Tampa í Florida og liggja í løtuni í bátahylinum á Argjum.
Talan er um tveir brøður úr Amerika, Robert og Ralph Brown, sum hava siglt henda langa og vandafulla tein í einum lítlum, 15 fóta fatbotnaðum, opnum báti.
Endamálið við ferðini er at seta heimsmet og koma í Guinnes Book of Records. Teir hava siglt úr Tampa í Florida, fram við norðuramerikansu strondini til Kanada, Grønland og Ísland, áðrenn teir í morgun komu á Argir, har báturin liggur nú.
Tá teir fara úr Føroyum aftur gongur leiðin til Hetlands, Orknoyggjar, London og ferðin endar í Frankfurt í Týskalndi.
Á heimasíðuni
www.crosstheatlantic.com skriva teir, at talan er um eitt 29 ára gamalt lyfti fyri at heiðra falnar hetjur í Eagle Claw Mission, royndin hjá Jimmy Carter, forseta, at bjarga gíslunum á amerikansku sendistovuni í Teheran í Iran í 1980. Í nátt komu teir í ringan sjógv vestan fyri Mykines. MRCC fekk boð um hetta, og leiting varð sett í gongd. Men alt spældi kortini væl av.