At kalla allir føroyingar kennast við navnið Eiler Jacobsen, og beinan vegin hugsa tey flestu um rokskiparan og fiskiklógvina, sum í mong ár hevur havt stóran týdning fyri føroysku fiskivinnuna við bátum sínum, sum t.d. Krúnborg, Norðborg, Háborg og Sólborg. Men tað er ein annar Eiler Jacobsen, nevnliga yngsti sonur navnframa reiðaran, og herfyri skuldi hann royna seg sum skipara á fyrsta sinni. Lítli Eiler, sum fleiri rópa hann, prógvaði so dyggiliga, at hann er førur fyri at ganga í fótasporunum hjá pápanum og stórabeiggjanum Sámali, tá ið hann eftir fáum døgum setti nýtt veiðumet í føroyska flotanum.
Altíð ynskt at føra Krúnborg
Eiler Jacobsen, yngri, er 29 ára gamal, og tað eru bert nøkur fá ár síðani, at hann tók skipsføraraprógv á Føroya Sjómansskúla. Síðani tá hevur hann roynt sum 1. og 2. stýrimann umborð á Krúnborg, og hann dylur ikki fyri, at tað er júst svartkjaftafiskiskapurin, sum honum dámar best.
- Eg havi verið við onkrum av hinum bátunum hjá reiðarínum, men eg trívist nógv best umborð á Krúnborg, sigur Eiler Jacobsen, yngri.
Vanligani er tað elsti beiggi Eiler, Sámal, ið førir Krúnborgina, men tá ið Sámal herfyri skuldi hava ein frítúr, spurdi hann litlabeiggjan, um hann hevði hug at føra skipið næsta túr.
- Eg ivaðist ikki, men segði ja beinanvegin. Eg havi allatíðina ynskt at sleppa at føra Krúnborg, og nú slapp eg so at royna meg. Vit fóru avstað 4. juni, og vit vóru heima aftur tann 14. juni við 3.220 tonsum av svartkjafti, greiðir Eiler frá.
Hetta er størsta last, sum Krúnborg nakrantíð hevur fingið, og sum skilst er tað einki annað fiskiskip í heiminum, ið nakrantíð hevur havt landað so stóran fong.
Kendi eitt øgiligt trýst
Sjálvur visti lítli Eiler væl, at hann hevði nógv at liva upp til, og tað var ikki frítt, at hann kendi eitt stórt trýst á sær, tá ið Krúnborg loysti frá bryggju við sær sum skipara tann 4. juni.
- Eg vil siga, at tað ger tað nógv verri, at bæði babba og Sámal, bróðir, sum var 28 ár, tá ið hann gjørdist skipari, eru kendir skiparar, og at babba er tiltikin fiskiklógv. Av tí sama blíva forvæntningarnir hjá øðrum til mín øgiligir, um man fór at standa sína roynd ella ikki. Av tí sama var eg eitt sindur eyka glaður, at tað gekk so gott sum tað gjørdi, sigur Eiler.
- Tað gekk heldur einki serligt fyrstu dagarnar á túrinum, men so líðandi batnaði fiskiskapurin, og vit fingu meiri og meiri í lastina. Tað var tó ikki fyrr enn skipið var fylt upp undir lúkurnar, at eg av álvara kendi, hvussu stórt trýstið hevði verið. Eg kendi tað sum ein øgiligan lætta, at skipið var fult. Tað gekk eisini so ómetaliga væl í allar mátar, og vit høvdu ungar trupulleikar av nøkrum slag á túrinum, sigur ungi rokskiparin.
Somuleiðis minnist Eiler aftur á fyrstu ferð, ið hann var til skips sum dekkari umborð á rækjutrolaranum Sólborg.
- Eg minnist væl, at eg kendi tað sum eitt øgiligt trýst, tá ið vit fóru, tí fleiri av hinum umborð hugsaðu ivaleyst, at hann er sonurin reiðaran, so hann dugir sikkurt alt, og tað føldi eg sum eitt trýst, sigur ungi rokskiparin.
Eiler hevur, eftir at roktúrurin var liðugur, eisini merkt, hvussu stórur áhugi er fyri fiskiskapinum.
- Tað eru ótrúliga nógv fólk, sum eru komin yvir til mín og ynskt mær tillukku, og fleiri hava eisini ringt. Eisini haldi eg, at manningin, sum var við hendan túrin, var øgiliga glað mína vegna, sigur Eiler.
Fíggjarliga hilnaðist túrurin eisini væl, og manningarparturin var góðar 30.000 krónur fyri teir tíggju dagarnar.
Ongantíð kent seg noyddan at fara sjóvegin
Hóast bæði pápin og elsti beiggin báðir eru skiparar, so hevur lítli Eiler ongantíð kent seg noyddan at velja sjóvegin.
- Tað hevur altíð staðið okkum frítt at velja tað yrki, ið vit hava havt hug til. Eg ivaðist eisini sjálvur. Eg havi eisini tikið HF-prógv og umhugsaði eitt skifti, um eg skuldi fara at læra til grannskoðara. Men eftir lokið HF-prógv var eg við Krúnborg í nakrar mánaðar, og tá fekk eg endaliga gjørt av við meg sjálvan, at tað var sjógvurin, ið dróg meg mest, sigur reiðarasonurin, ið gjørdist rokskipari á fyrsta túrinum.
Pápi hansara, Eiler Jacobsen, eldri, leggur afturat, at hann og konan(Beinta blðm) altíð hava lagt stóran dent á, at synirnir sjálvir skuldu gera av, hvat teir vildu fáast við sum vaksnir. Sámal og lítli Eiler valdu sjóvegin, men miðlingurin, Petur, arbeiðir á landi, hóast hann eisini hevur roynt lívið á sjónum. Tó arbeiðir Petur innan fiskivinnuna, og eitt skifti arbeiddi hann á skrivstovuni hjá reiðarínum.
Eiler Jacobsen, eldri, sigur tó, at hvørki hann ella Beinta nakrantíð hava sett fót fyri, at dreingirnir skuldu royna seg á sjónum.
Foreldrini vildu ikki órógva
Vanligani plagar Eiler Jacobsen, eldri at ringja til øll skipini hjá reiðarínum við jøvnum millumbili, tá ið tey eru úti, men hendan túrin, ið lítli Eiler førdi Krúnborg, var ógvuliga smáligt við samskiftinum millum reiðarí og skip.
- Vit vóru so ómetaliga spent at frætta, hvussu tað fór at ganga hjá honum, men vit vildu ikki órógva. Av tí sama ringdu vit ikki umborð, tí Eiler skuldi hava frið, sigur uppilagsti rokskiparin.
- Eg skilti einki av tí heila, og tað endaði eisini við, at tað var eg, sum ringdi heim fyri at fortelja, hvussu tað gekk, sigur lítli Eiler.
Tá ið foreldrini frættu, hvussu tað gekk við fiskiskapinum, og at Eiler førdi eina fulllastaða Krúnborg til lands, vóru foreldrini ikki sørt erpin.
- Tú kanst ætla, at vit vóru glað, tá ið vit hoyrdu, hvussu góðan túr, ið teir høvdu gjørt. Eg haldi, at hatta var einastandandi væl klárað av honum, sigur Eiler Jacobsen, eldri, sum er sjónliga stoltur av yngsta soninum.
Næsti rokskiparin ávegis
Í løtuni hevur lítli Eiler frítúr, men hann ætlar sær avstað aftur í næstum, men um tað verður sum skipari ella sum stýrimaður, veit hann ikki at siga.
- Eg eri klárur, um eg skal royna meg sum skipara aftur, men eg havi heldur einki ímóti at verða stýrimaður, sigur Eiler.
Ungi rokskiparin ætlar sær tó at verða í landi frá august mánað og nakað út á heysti, tí í septembur mánað er kona hansara, Sirikit, sett at eiga teirra fyrsta barn, so næsti rokskiparin er møguliga ávegis.
Prátið við tey bæði ættarliðini av rokskiparum, feðgarnar báðar Eiler og Eiler Jacobsen, er komið at enda, men ivaleyst fara vit í framtíðini framvegis hoyra nógv til navnið Eiler Jacobsen.