Løtt avgerð við Beckham

Nýggi landliðsvenjarin hjá Onglandi Steve McClaren avdúkaði í samrøðu við BBC, at tað var ikki tann torførasta avgerðin at seta David Beckham av liðnum
- Eg vil ikki siga, at tað er tann torførasta avgerðin, eg havi tikið. Tað hevði verið hart, um vit ikki kendust so væl, og um eg ikki hevði havt so stóra virðing fyri honum, sum eg í roynd og veru havi. Tað var ein stór avgerð, men eg kendi, at tað var neyðugt, tá ið hugsað verður um framtíðina, segði McClaren.
Venjarin hevu tó sett hurðina á glopp fyri Beckham. Hann hevur lovað at fylgja við gongdini hjá honum í Real Madrid, og um hann finnur sín gamla form aftur, er McClaren klárur at taka Beckham út aftur.