Fløguummæli
Gentubólkurin Poppkorn av Sandi hevur júst givið sína fyrstu fløgu út, og hava síðan útgávuna ligið høgt bæði á 15 teimum bestu og sølulistanum hjá 3aranum. Fløgan er eitt so væl framleitt og stuttligt poppkonsept, sum sjálvdan er sætt fyrr í Føroyum. Hesin bleyti og í støðum dansivinarligi poppur letur ongantíð sum um hann er annað enn júst tað, og tað er rættuliga frískt í føroyskum høpi. Innan fyri bleyta poppin fevnir fløgan rættiliga breitt og liggur á markinum millum fjøllbroytt og dekan ov fjøllbroytt, tó uttan veruliga at gerast stílørkymlað.
Maðurin í poppkorninum
Poppkorn er fimm ungar gentir av Sandi, men aftan fyri genturnar situr Føroya mætasti poppsmiður Kári Jacobsen. Kári livir av at skriva tónleik og skrivar javnan tónleik til nógv útlendsk nøvn og sjónvarp. Poppkorn er hansara verkætlan og hetta hoyrist aftur. Kári hevur skrivað orð og løg á 9 av teimum 10 løgunum. Hitt lagið er Sjeikurin hjá <st1:PersonName w:st="on" ProductID="Elin Heinesen"$?$end$!$Elin Heinesen</st1:PersonName$?$end$!$, ið liggur nummar eitt á fimtan teimum bestu í løtuni.<BR>
Dansa á fløguni
Kári hevur spælt øll ljóðføri á fløguni, og systir hansara Eyð Berghamar Jacobsen syngur øll kór. Sum sagt eru fimm gentir í Poppkorn, tríggjar av hesum eru dansarar og eiga tí einki í fløguni, men hóast hetta prýða tær húsan, og fáa sama pláss sum tær, ið syngja. Hetta tykist eitt sindur løgið, men vísir samstundis, at hetta er ein vinkonu verkætlan. Tær eru kanska ikki tónleikaliga við, men fáa alíkavæl pláss. Eg hevði tó ynskt, at fólkini í Poppkorn, kanska høvdu roynt at fingið hesar tríggjar at sungið okkurt kór ella okkurt tílíkt soleiðis, at tær ikki bara vóru á innpakninginum, tað er eitt sindur ov Milli Vanilli til mín smakk.
Ein stór stjørna
Lillian Dalsgaard er ein stór stjørna, hon er vøkur, tykist fyrikomandi og hevur nógva útstráling á pallinum, so syngur hon harumframt ordiliga væl, røddin hevur nógva sjarmu, og tú trýrt uppá hana. Hon er í stóran mun Poppkorn og syngur á næstan øllum løgunum. Elin Reinert Hansen syngur løgini Vinir og Regnið oysir niður, umframt at syngja saman við Lillian á Heart 2 Heart.
Tað føroyska riggar best
Fimm av løgunum eru á enskum og fimm á føroyskum. Tað eru serliga føroysku løgini, ið rigga. Komandi hittið og besta lag er uttan iva Droymi mitt um dagin eitt sera fitt og fangandi popplag, har Lillian syngur og rappar, sum hevði hon ongantíð gjørt annað. Hóast útgávan av Sjeikinum hjá Nalju ikki er dømi um heimsins mest slóbrótandi nýhugsan, so riggar lagið væl til ein tílíkan gentubólk og man vera mest upplagda lagið hjá teimum at gera eina útgávu av.
Eyðkennisløg
Lagið Vinir er tað minst spennandi av teimum føroysku løgunum. Lagið hevði ivaleyst riggað væl, sum eyðkennislag í onkrari sjónvarpssending, men er eitt sindur for óspennandi í sjálvum sær. Hitt lagið, ið Elin syngur, Regnið oysir niður er munandi betur. Av føroysku løgunum hjá Lillian er Sig tað nú nokk tað minst spennandi og hevur henda sama eyðkennislagadám.
Sum túsund onnur
Tey ensku løgini eru ivaleyst ov lík teimum nógvu túsund enskmæltu poppløgunum, ið koma út til dagligt, tey skara ikki nóg nógv burturúr til ordiliga at fanga. Men tað er sjálvandi stuttligt at hoyra tey sungin av føroyskum tannáringum.Tell me your secret hevur okkurt eitt sindur Madonnasligt yvir sær í støðum og er rættiliga gott. Eisini duettin á fløguni Heart 2 Heart har Lillian og Elin syngja saman er millum betru løgini. Hetta er friðarligt og minnur eitt sindur í stíli um Martika - pent popput og lekkurt.
Húsin er næstan gjøgnumførdu
Fløguhúsin er penur og popputtur og næstan gjøgnumførdur, um tú ikki hyggur at forsíðuni á bóklinginum.. Bæði innan í tekstbóklinginum og aftan fyri á bóklinginum er stílurin penur og róligur og kekkaður. Men forsíðan er ein fjollutt mynd, har genturnar er ófantaliga kliptar oman á eina blómu, við reyðari bakgrund. Í eini roynd at skapa lív í myndini, hoppa tær í luftini, og síggja lat annað enn kekkaðar út. Her er talan um ringt graftiskt arbeiði og myndin misprýður fløguna. Myndin av bólkinum aftan fyri á bóklinginum átti at verið perman.
Eitt fríkst lot
Samanumtikið er fløgan eitt frískt lot á føroyska fløgumarknaðinum, ið brýtur upp úr nýggjum innan føroyskan tónleik. Hon er væl produsera, sungin og spæld, og ein upplagdur jólabiti til poppsvangar føroyingar.