Lýtt summar í Grønlandi

Hóast veðrið var rættiliga óstøðugt í Grønlandi í summar, var tað mikið lýtt, at fleiri hitamet vórðu skrásett. Eitt nú var juni tann heitasti í Landnyrðingsgrønlandi, síðani danska veðurstovan fór undir hitamátingarnar. Í Kap Morris Jesup, sum er heilt har norðuri, var meðalhitin í juni 1,8 stig. Vanliga plagar tað at frysta 1,5 stig har í juni.

Mátistøðirnar, sum DMI hevur í Thule, Qaanaaq og Upernavik, vístu eisini, at summarið var lýggjari enn vanligt, og í Aasiaat var meðalhitin í juli 8,5 stig, sum er tað mesta síðani 1960.

Danska veðurstovan skrivar á sínari heimasíðu, at hóast nógvir grønlendingar munnu halda, at summarið eisini var dekan ov vátt, vísa máttingarnar hjá veðurstovuni, at í Qaqortoq og Tasiilaq regnaði tað minni í summar enn vanligt.