Lætt uttan at vera lættisoppi

Teir smæðast ikki við at kalla sín tónleik lættan popptónleik. Teir halda tað vera týdningarmikið at skriva hitt. Og teir viðganga, at teir skriva yrkingar út frá persónligum hendingum. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hava gjørt sína fyrstu fløgu saman

Eyðun Klakkstein

(Keypmannahavn)


Teir hava hildið saman, spælt saman og sungið saman í næstan 15 ár. Alt var gaman, men ongantíð hava teir gjørt fløgu saman.

Til nú.

Í gjár kom nýggjur tónleikur hjá Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen á gøtuna, og hesa ferð hava teir báðir komponistarnir og tónleikararnir sligið seg saman um eina felags fløgu.

Hugskotið er vorðið til veruleika inni í bumbuskýlunum á Amager ? Oyrasundskolleginum - har teir báðir búgva. Gráu risarnir, sum stinga seg upp sum ein ósjarmerandi eystureuropeisk leivd, geva ikki vónir um kreativitet, tónleik og skaldskap, men júst hesir betongblokkarnir hava umsíður gjørt hugskotið, sum er bæði gamalt og gjøgnumtugt, til veruleika.

Síðani 1985, tá teir fyrstu ferð rendu seg inn í hvønn annan á Konditarínum í Havn, hava Eyðun og Terji verið vinmenn. Síðani hava teir spælt saman í Frændum og Føstufressum, og teir hava eisini havt konsertframførslur sum duo.

- Vit hava búð í hvør sínum landi í 90-unum, so sjálvt um vit høvdu planir, so vórðu tær ongantíð til nakað, sigur Eyðun Nolsøe.

- Síðani eg flutti til Danmarkar í august mánaði í fjør, hava vit sæð meira til hvør annan, og tað hevur so havt við sær, at vit gjørdu álvara av at gera eina fløgu saman, sigur Terji Rasmussen.

Teir eru so at siga grannar á stóra Oyrasundskolleginum, har eisini nógvir aðrir føroyingar búgva. Tað eru næstan føroysk viðurskifti sum valda, tí tað er skjótt at renna inn til hvønn annan, um tað so er fyri at fáa sær kaffi ella spæla tónleik.


Tosa seg til sættis

Síðani mai mánaða hava teir arbeitt við upptøkunum til nýggju fløguna, og tá seinastu upptøkurnar vóru lidnar í farna mánaði, var ein poppfløga komin undir land. Í gjár gav 3?arin hesa fløgu út.

- Eg og Terji hava altíð svingað rættiliga væl saman, og tað hevur leingi ligið í kortunum, at vit skuldu gera eina fløgu saman. Tað var bara spurningur um, hvussu tað skuldi verða, og hvussu tað skuldi ljóðað, sigur Eyðun Nolsøe.

- Sjálvt um tú ikki ætlar tað, so verður tú altíð bundin av, at fløgan skal selja, at tað gerst ein spurningur um pengar og deadline, og soleiðis hevur eisini verið hesaferð. Skuldi hendan fløgan gerast veruleiki, so máttu vit gera tað soleiðis, sum vit hava gjørt. Men hóast tú altíð kann brúka meira tíð til eina fløgu, eri eg væl nøgdur við úrslitið, sigur Eyðun.

Saman við Eyðuni og Terja hava aðrir føroyskir tónleikarar spælt, men hetta er eitt projekt, sum teir báðir sjálvir standa fyri.

- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi roynt meg sum produsara, og tað hevur verið ein stór avbjóðing. Eg havi ein dreym um at fara produsaravegin, arrangera løg hjá mær og øðrum. Eg havi eisini fingið útgerð heima við hús, sum gevur mær nýggjar møguleikar, og eg havi lært ómetaliga nógv av hesum projektinum, sigur Terji Rasmussen, sum saman við Eyðuni hevur produserað og arrangerað tónleikin á fløguni.

- Eg havi programmerað trummurnur til meginpartin av sangunum á fløguni, og tað hevur veruliga verið ein stór roynd fyri meg. Sjálvt um eg havi hildið, at trummurnar hava verið á góðari leið, havi eg allatíðina ivast í tí. Eg havi alla tíðina havt fyri neyðini at sannføra meg um, at trummurnar vóru nóg góðar, og tí var tað ein byrða sum fall av herunum, tá eg fekk góð skoðsmál frá onkrum trummusláara.

- Vit høvdu ein tørv á at sleppa at produsera og arrangera okkara egnu løg. Vit eru báðir uppdrignir tónleikaliga í bólkum, og har er altíð nógv prát og kjak um, hvussu sangirnir skulu spælast. Tá tú hevur gjørt ein sang, fert tú líkasum við honum til restina av bólkinum, og onkursvegna heldur tú, at tað er ein æra, at aðrir tíma at arrangera tíni løg, sigur Eyðun.

- Hesa ferð hava eg og Terji arrangerað øll løgini. Vit hava gjørt av, hvussu sangirnir skuldu spælast og ljóða, og tað hevur gingið sera væl. Vit arbeiða væl saman, og vit hava respekt fyri meiningunum hjá hvørjum øðrum. Vit hava verið rættiliga samdir í arbeiðnum við hesi fløguni, og vit hava altíð kunna tosa okkum til sættis, um tað hevur verið okkurt, sum vit høvdu ymsar meiningar um.

- Vit hava eisini stuðlað hvørjum øðrum væl, bæði tónleikaliga og menniskjaliga. Tá annar av okkum hevur verið eitt sindur niðri, hevur hin altíð klárað at uppmuntra. Og tá tú fert ígjøgnum eina slíka prosess, sum at gera ein fløgu, so hevur tú viðhvørt fyri neyðini at onkur er, sum trýr upp á projektið, um tú sjálvur ivast.


Tú mást taka tínar egnu avgerðir

Sangirnar á nýggju fløguni hava Eyðun og Terji skrivað, antin einsamallir ella í samstarvi við Steintór Rasmussen og Anker Eli Petersen.

- Vit hava lagt okkum eftir at gera eina lætta poppfløgu. Sangirnir skuldu ikki verða ov langir, og teir skuldu verða melodiøsir. Fløgan skuldi verða løtt uttan at verða lættisoppi, sigur Terji Rasmussen.

- Sjálvur tónleikurin skal innihalda eitt sindur, tað skal verða eitt sindur av kjøti uppi á, sjálvt um løgini eru løtt, og tað hava vit roynt liva upp til.

Tá Eyðun Nolsøe gav út sína solofløga var tað útilokandi við kærleikssangum. Hesa ferð er langt ímillum teir veruligu kærleikssangirnir, hóast einir tveir eru millum skeringarnar.

- Mínar yrkingar byggja altíð á hendingar í mínum lívi. Tað er rættiliga persónligt fyri meg at yrkja. Eg yrki ikki um ítøkiligar hendingar ella upplivilsi, men altíð við støði í mær sjálvum og hendingum, eg havi verið úti fyri, sigur Eyðun Nolsøe.

Hesa ferð hevur Eyðun millum annað yrkt um lívið í breiðari merking, og har er pláss fyri orðum hjá onkrum stórum heimspekingum.

- Eg havi hugsað nógv um mítt lív, hvat eg brúki tað til, og hvat eg ætli við tí. Tað er nakað, sum øll fólk gera. Og eg má siga, at eg eri komin til eina rættiliga banala niðurstøðu. Tú mást sjálvur finna út av, hvat tú ætlar við tínum lívi, tí tað kann eingin gera fyri teg, greiðir Eyðun Nolsøe frá.

- Eg havi verið í teirri støðu, at eg havi havt nógv systkin og tvey foreldur, sum hava givið mær góð ráð. Og tað kann verða rættiliga tungt at seta seg upp ímóti forvæntningunum hjá teimum. Eg skilji væl, at summi ungfólk í dag eru ráðaleys, tí krøvini til tey eru størri enn nakrantíð. Men tey verða sjálvi noydd at gera av, hvat tey skulu brúka lívið til, tað kann eingin gera fyri tey.

Eyðun hevur mangan havt stríð av, at hann hevur gjørt so nógv við tónleikin.

- Tónleikur er so abstraktur, og tað kann man ikki liva av, halda so mong. Men tað havi eg gjørt fleiri skifti, og at eg so eisini havi telvað nógv, hevur bara gjørt ilt verri ? hevði eg av øllum illum róð út ella okkurt líknandi.

- At gera tónleik er eitt rættiliga seriøst arbeiði. Tú skalt leita inn í teg sjálvan, gera nakað sum eingin áður hevur gjørt, nakað originalt, og tá tú skrivar sangir mást tú vera erligur, og tú kemur eisini til at avdúka ymiskt hjá tær sum persóni og tónleikara. Tí er tað rættiliga intimt og krevjandi at arbeiða saman við øðrum fólkum um tónleik.


Brúk fyri at markera seg

Bæði Eyðun og Terji hava verið við á nøkrum av teimum bestu føroysku poppfløgunum nakrantíð. 80?ini hjá Frændum og fløgan hjá Føstufressum teljast millum hesi verk, men hóast hæddirnar í føroyskum tónleiki langt síðani eru náddar, halda hesir tónleikararnir fram við at spæla, skriva og geva tónleik út.

Hugurin til at verða við millum tey, sum føra seg fram á palli ella fløgu, er lítið minkaður við árunum, og Eyðun og Terji fjala ikki út yvir, at teir hugsa um at skriva hitt, tá teir geva fløgu út.

- Tað er rættiliga týdningarmikið hjá okkum at skriva hitt. Tað er okkara mál at gera populermusikk, men tú kanst ikki skriva hitt upp á kommando. Verður tú ov útroknandi við tínum tónleiki, hoyrist tað aftur. Ein sangur skal vera erligur, hann skal hava sín egna samleika, og tú verður noyddur at taka hann til tín, áðrenn tú gevur hann út.

- At vit framvegis geva tónleik út, er væl tí, at vit hava brúk fyri at markera okkum. Øll fólk hava brúk fyri at markera seg, og at vísa á okkurt, sum tey kanska eru góð til. Soleiðis er eisini við tónleikarum. Vit hava brúk fyri respons upp á tað, sum vit gera, tí annars kann alt næstan vera líkamikið, siga teir báðir.

- Í roynd og veru er tónleikur ein máti at samskifta uppá, og eg má siga, at eg hevði ikki skrivað ein sang, um eg bara skuldi spælt hann fyri mær sjálvum, sigur Eyðun.

Og úr betongbunkaranum á Amager, umvegis Studio Pegasus í Klaksvík og upptøkuhølið í Keypmannahavn, kemur nú nýggjasta føroyska poppfløgan á gøtuna.

Tað er ein fjølbroytt fløga við sangum hjá nøkrum av bestu komponistunum í landinum, og so skal onkur av sangunum helst gerast til tað, sum kann selja fløgur.

Hitt tú veitst...