Tað verður enn ein lýggjur dagur, við lítlum og ongum vindi. Væntandi verður tað eisini vátt í veðrinum í dag.
Ein hátrýstryggur yvir okkum úr eystri. Fleiri brúgvaløg koma inn yvir Føroyar úr útsynningi og hava regn og vind við sær.
Í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5-10 m/s. Vindurin minkar út á dagin, niður í eitt lot til eitt andøvsgul, 3-8 m/s.
Tað verður skýggjað og sirm. Møguliga verður mjørki í støðum og eisini regn. Út á seinnapartin ella í kvøld verður væntandi meira áhaldandi regn.
Hitin í dag fer at liggja millum seks og tíggju stig.