Nú verður væl lættari at búgva í Gøtu og í Leirvík.
Tað er greitt eftir fundi í kommunustýrinum í Eysturkommunu í gjár, har
fíggjarætlanin fyri 2012 varð einmælt samtykt.
Kommunuskattaprosentið verður lækkað eitt prosent, úr 22% niður í 21% og samstundis verður barnafrádrátturin hækkaður úr 4.000 krónum, upp í 5.000 krónur. Næsta ár verður kommunuskatturin 57,5 milliónir krónur og partafelagsskatturin verður fimm milliónir.
Sostatt verða skattainntøkurnar íalt 62, 5 milliónir
Rakstrarútreiðslunar verða 51 milliónir og rentuútreiðslunar verða 2,1 millión og avdráttinir verða góðar 5,4 milliónir krónur.
Endaliga úrslitið er at fíggjarætlanin gevur eftir rentur og avdrátt hevur fíggjarætlanin eitt avlop uppá góða 1,9 millión.
Annars verða íløgurnar 22,8 millión næsta ár.
Størsta einstaka íløgan, sum er á sjey milliónir, er nýggi bátahylurin á Toftanesi í Leirvík.
- Arbeiðið við bátahylinum gongur eftir ætlan, og væntandi verður bátahylurin liðugur í summar, sigur kommunan.
Ætlanin er eisini at geva barnaansingini betri hølivumstøður og til hetta endamál eru fýra milliónir settar av.
Níggju milliónir av íløgunum verða fíggjaðar við tøkum peningi og restin verður lánt.